Einki verkfall hjá flogskiparum hesaferð

Semja er gjørd millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Flogskiparafelagið

Semja er gjørd millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Flogskiparafelagið.

 

Hesum boðar Vinnuhúsið frá í nátt. Triðja semingsuppskotið bar á mál.

 

Beint eftir midnátt handaði semingsstovnurin triðja semingsuppskotið í samráðingunum millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Flogskiparafelag Føroya.

 

Báðir partar hava tikið undir við uppskotinum.

 

Talan er um ein eitt ára sáttmála, sum er galdandi frá 1. apríl 2018 til 31. mars 2019. Semjan partanna millum hevur við sær eina lønarhækking á 2,3 prosent, umframt ávísar tillagingar í arbeiðsskipanini hjá flogmonnunum.