Ein av teimum mest týðandi spurningunum hesa ferð var royndin hjá Írland at fáa IWC til at virka sum ein hvalafelagsskapur, ið umsitur hvalaveiði í mun til anti- hvalafelagsskapir, sum í størri mun gera sína ávirkandi galdandi innan IWC.
Írland hevur við undirtøku frá fleiri londum, herundir Danmark, sett fram ætlanir um at loyva stórhvalaveiðu innan 200 fj. mark grundað á vísundaligu tilráðingina hjá vísundaligu nevndini hjá IWC.
Uppskotið kom ikki til atkvøðugreiðslu, men samtykt varð at hava ein eykafund um hetta mál í fyrru helvt av 1998 fyri síðani at halda fram við hesi ætlan fyri ella ímóti. Fyri Grønland fekst ein meirkvota uppá 20 bóghvítu hvalir, meðan kvoturnar hjá Japan, Russlandi og USA verða óbroyttar.
Fundurin viðgjørdi ikki grindadráp. Tó vóru felagsskapir, sum høvdu gjørt nógv burtur úr føroyska drápshættinum, serstakliga varð víst á tann nýggja kúlukrókin, sum av onkrum felagsskapum verður hild-in at vera djórapínsla.
Føroyska sendinevndin á fundinum í Monaco var John Petersen, landsstýrismaður, Kaj P. Mortensen, fiskivinnustjóri og Ulla S. Wang, fiskivinnufulltrúi.
Fundurin endaði fríggjadagin 24. okt. seinnapartin.