- Vit svaraðu, at vit ikki høvdu áhuga at vera við, tí vit mettu, hetta ikki var nakað at hátíðarhalda, sigur Osvald Kjærbo, sum situr í elstaráðnum í Ebenezer í Havn.
Samkoman Ebenezer í Havn fekk fyrispurning um at verða við í tiltakinum, sum skal vera ár 2000 í sambandi við 1000 ára-haldið fyri kristnani av Føroyum, men teir valdu ikki at vera við.
Hví er1000 ár fyri kristnani ikki nakað at hátíðarhalda?
- Eg ivist um tað varð kristindómur, ið Sigmundi Brestirson kom við. Hann var nevnliga ein krígsmaður.
- Tað var ein boðskapur hann kom við, og tað var at doypa, og tann sum ikki lat seg doypa, misti høvdið, og tað var hesar kostir, Tróndur fekk at velja millum.
- Spurningurin er eisini hvør var meir kristin, Sigmundur ella Tróndur? Og var tað í heila tikið kristindómur, teir boðaðu. Tað er nevnliga soleiðis, at eingin er tjóðarkristin. Kristindómurin er persónligur, og tað er støðan hjá tí einstaka til Kristus sum avger um hann er kristin.
- Eg haldi, at tað sum Sigmundur stóð fyri, hevði lítið við kristindóm at gera. Nógv av tí virkar sum sagnir og ævintýr, og tað halda vit ikki vera nakað at hátíðarhalda.
Hvussu er tann rætti kristindómurin tá?
- Her er Nýggja Testamenti læribók okkara. Virðini í kristindóminum haldi eg, eiga vit at vísa í tí persónliga lívinum.
- Tað er við at liva sum kristin, at vit vísa tann sanna kristindómin. Tað er á tann hátt, vit kunnu verða við til at leiða onnur til Kristus.
- Ein gerst fyrst kristin, tá ið ein tekur eina persónliga støðu til Kristus.
- Vit lesa í Bíbliuni at hina fyrstu hvítusunnuna vórðu 3000 frelst. Hesi vóru kend, og tey hildu trúliga fast við læru ápostlana, samfelagið, breyðbrótingina og bønirnar. Tað verður sagt at dagliga løgdust nøkur afturat, sum lótu seg frelsa.
- Umleið ár 325 gjørdi Keisarin Konstantin kristindómin til tjóðarkristindóm, við at hann lýsti, at alt Rómverjaríkið skuldi kristnast. Tá vóru knappliga øll fólkini kallað kristin. Spurningurin var kortini, hvussu nógv veruliga vóru kristin?
- Nakað líknandi hendi eisini í Føroyum. Tað var pollitiskt. Kongurin í Noregi sendi Sigmund at ?kristna? Føroyar. Tað sum lá aftanfyri var, at fáa politiskt vald yvir Føroyum. Tað er spurningurin, hvussu nógvir føroyingar gjørdust kristnir av hesi grund.
- Ein gerst ikki kristin við at tjóðin verður kristnað. Ein gerst kristini við at taka eina persónliga støðu til Kristus.
Men er samfelag og tjóð okkara ikki nógv ávirkað av teimum virðum, sum kristindómurin hevur ført við sær?
- Jú, satt er tað. Kristindómurin hevur havt stóran ávirkan á samfelagið. Bæði gjøgnum juridiskar- og moralskar lógir, og á annan hátt.
- Men eg haldi ikki, tað er nakað at hátíðarhalda sum tjóð. Hagtøl vísa, at bara nøkur fá prosent av fólkinum i Vesturheiminum koma sama í kristnum samkomum. Møguliga eru fleiri kristin t.d. í Afrika í mun til fólkatalið.
Hevði tað ikki onkutíð verið gott at verið við í felagskirkjuligum tiltøkum, og soleiðis víst fólki, at tað eru fleiri umráði, sum kristin standa saman um í mun til tey, ið kristin eru ósamd um?
- Tað er púra rætt og grátiligt, at kristin standa so spjadd og partvís stríðast. Men vit vildu fegin staðið saman við øllum sonnum kristnum, tá ið tað er til gagn og frama fyri evangeliið.
- Sjálvur havi eg nógvar andaligar brøður og systrar, sum eru limir í kirkjuni og eisini í øðrum samkomum. Men vit vita eisini, at vit ikki hava somu meiningar, og at læran skilir okkum at á ymsum økjum.
- Tað er gleðiligt at frætta at trúgvandi kunnu samarbeiða væl saman í trongum umstøðum umborð á skipi.
- Hinvegin er tað kanska gott, at tað eru fleiri samkomur, tí so kunnu fólk fara til tað, har tey halda seg hoyra heima.
- Endamálið er ikki at taka fólk frá øðrum samkomum, ella at fáa sína læru ígøgnum. Endamálið er heilt greitt, at menniskju koma til persónliga trúgv á Jesus.
- Vit trúgva, at fólk bæði í kirkjuni og í øðrum samkomum eru sonn trúgvandi. Tað er tað persónliga sambandið við Gud sum umræður.
Á hvønn hátt skal kristindómurin boðast øðrum?
- Sjálvandi fyrst við einum sonnum og greiðum boðskapi, men vit vísa best okkara virði í kristindóminum við okkara lívsførslu. Nevnliga við at liva sum kristin, eru vit tey bestu vitnini. Tað er eisini her, vit skulu legga dentin á, tí fólk hyggja nevnliga eftir, hvussu vit liva, og so fara tey kanska eisini at lurta.
Hvussu verður um aldarskiftið. Ætlar Brøðrasamkoman at gera nakað burturúr, at tá eru 2000 ár síðan Jesus varð føddur?
- Vit vildu ynskt, at boðini um Kristus, vóru boðin øllum heimsins tjóðum, nú skjótt 2000 ár eru farin síðani krossdeyða Jesusar. Men tíverri hava tey flestu ikki hoyrt boðskapin enn. Hetta er okkara uppgáva og framíhjárættur sum samkomur og lærusveinar Jesusar, at bera evangeliið, út um landaoddar okkara.
- Nú er tað heldur ikki heilt vist, hvat ár Jesus var føddur. Søgugranskara meta, at tað eru nøkur ár við síðuna av ár 0. Spurningurin er eisini, hvussu eitt tílíkt hald skal vera.
- Um tað bara skal vera líknandi sum jólahald verður hildið nú á døgum, so er lítil meining við tí. Annars sigur Skriftin einki um, at tey frumkristnu hildu føðing Kristusar, og tí halda vit, at vit ikki skulu gera tað heldur.
- Vit eru ikki fyri at gera so nógv burturúr einum hátíðarhaldi. Men latið okkum ikki gloyma, at kristindómurin er persónligur, og at hvør einstakur má taka eina støðu til Kristus sum frelsara og harra, sigur Osvald Kjærbo at enda.