Tað verður Eir Jógvansdóttir Norðberg, ið tekur við sum varaborgarstjóri í Hvalbiar kommunu, nú Trúgvi Gudmundarson, ið bleiv valdur til varaborgarstjóri eftir kommunuvalið í fjør, er farin í farloyvi frá bygdaráðnum í minst eitt ár. Tað skrivar Hvalbiar kommuna á heimasíðuni.
Samstundis verður boðað frá, at nevndirnar eru skipaðar av nýggjum og Gunnhild Mortensen er vorðin forkvinna í Vega- og havnanevndini.
Sten Spange Larsen úr Sandvík er varamaður hjá Trúgva Gudmundarson í bygdaráðnum, og tekur sostatt sæti fyri bygdaráðslimin. Hetta er fyrstu ferð at Sten Spange Larsen situr í bygdaráðnum og fekk hann 17 atkvøður til kommunuvali fyri einum goðum ári síðani.