Fyrsta HM-undankappingin í kvinnuhondbólti, sum nakrantíð hevur verið á føroyskari jørð, er nú av. Føroyar hava júst spælt sín síðsta dyst. Dysturin var ímóti Eysturríki, og júst sum í tveimum teimum undanfarnu dystunum, so taptu Føroyar enn einaferð. Endaliga úrslitið gjørdist 29-20 til Eysturríki eftir hálvleiksstøðuna 18-10 til Eysturríki.
Eysturríkar vóru frammanfyri við fimm málum ein stóran part av fyrra hálvleiki, men eftir 20 minuttir skrædnaði í føroysku verjuni, tá ið Eysturríki kom á odda heili 17-8. Hálvleiksstøðan var 18-10, og longu tá var dysturin avgjørdur.
Í seinna hálvleiki var talan um betri føroyskt avrik. Miðskeiðis í seinna hálvleiki fingu føroysku kvinnurnar minkað munin niður í fimm ár, men seinastu løtuna runnu eysturríkar aftur undan og vunnu at enda við níggju málum.
Hetta úrslitið merkir, at Eysturríki vinnur hendan undankappingarbólkin. Eysturríki, Ísland og Makedonia fingu øll fýra stig. Tá ið liðini eru jøvn í stigum er tað málmunurin, sum er avgerandi. Makedonia fekk svartaper, tí makedonar høvdu verstu málúrtøkuna, og harvið hava Eysturríki og Ísland spælt seg víðari úr hesum undankappingarbólkinum.
Føroyar endaðu aftast við ongum stigi.
Føroysku málskjúttarnir vóru hesir:
Føroyar-Eysturríki 29-20 (18-10)
Føroyar: Kristianna Henneberg Joensen 6, Anna Armgarðardóttir Brimnes 4, Birita Ingolfsdóttir 4, Eir Martinsdóttir Berg 2, Ninna Katrin Johansen 1, Brynja Høj 1, Pernille Brandenborg 1 og Lilja Mohr 1.
Niðanfyri sæst beinleiðis tekstfrásøgnin frá dystinum.
60: Liðugt. At enda vann Eysturríki 29-20 ímóti Føroyum. Úrslitið merkir, at Eysturríki vinnur HM-undankappingarbólkin. Føroyar enda aftast við ongum stigi.
55: Tíverri er munurin nú blivin so stórur, at Eysturríki er frammanfyri við 10 málum - 28-18.
50: Føroyar skoraðu aftur fyri løtu síðani, tá ið Lilja Mohr leyp inn frá vonginum. Eir Berg hevur eisini skorað, so støðan er nú 25-18 til Eysturríki.
46: Føroyar hava tikið time-out. 24-16 til Eysturríki.
45: Fríða Petersen slapp nú at standa í mál, tá ið eysturríkar fingu brotskast, og hon takkaði fyri álitið við einari sera góðari bjarging. Nú er ein løta síðani, at Føroyar skoraðu seinast. Støðan er 23-16 til Eysturríki.
40: Ongin ivi tykist at vera um, at Eysturríki vinnur hendan dystin. Nú sleppa nakrir av leikarunum, sum ikki hava spælt serliga nógv í hesari undankappingini, til dømis Bára Krosslá Mortensen og Lilja Mohr, at royna seg. Føroyar eru væl við í seinna hálvleiki og hava minkað um munin til 21-16.
37: Blaðunga Margit Weihe Frímundsdóttir verður skift inn í samband við brotskast til Eysturríki, og hon ger ikki mætari enn at bjarga brotskastinum í fyrstu aktiónini hjá henni í hesari undankappingini! Støðan er 21-14 til Eysturríki.
34: Eysturríki spælir við fýra útileikarum í skrivandi løtu. Anna Brimnes hevur skorað enn eitt mál, men Eysturríki er eisini komið á talvuna í seinna hálvleiki, og harvið er støðan 19-12 til Eysturríki.
31: Seinni hálvleikur er byrjaður. Við brotskasti hava Føroyar skorað fyrsta málið í hálvleikinum. Anna Brimnes skoraði til 18-11.
30: Hálvleikur: Eysturríki fer til hálvleiks við einari áttamálsleiðslu - 18-10. Tað er greiður munur á liðunum, og Føroyar tykjast at vera uppi ímóti yvirmaktini. Eysturrísku leikararnir eru størri og sterkari og spæla eisini skjótari. Málverjin hjá Eysturríki hevur eisini havt fleiri góðar bjargingar, tá ið tær føroysku hava roynt seg.
28: Birita Ingolfsdóttir hevur skorað tvey mál í dagsins dysti. Hon skoraði nígginda málið hjá Føroyum, meðan Brynja Høj minkaði um munin til 17-10.
26: Nú skrædnar í føroysku verjuni. Eysturríkar sleppa lættliga ígjøgnum og eru nú á odda 17-8.
22: Brynja Høj ger brotskast og fær tveir minuttir útvísing. Eysturríki brenna brotskastið, men er kortini á odda 14-7. Tvey tey seinastu málini hevur Eysturríki kastað bóltin í eitt tómt mál, tí at Føroyar hava mist bóltin í álopsstøðu, meðan málverjin hevur verið útskiftur.
20: Toppskjúttin frá dystinum hjá Føroyum ímóti Íslandi í gjár, Kristianna Henneberg, heldur fram har hon slepti. Hon hevur nú skorað fýra mál mál í dagsins dysti. Støðan er 12-7 til Eysturríki, sum er betra liðið. Føroyar hava skift út í málinum, har Viviann Petersen er komin inn fyri Fríðu Petersen. Føroysku venjararnir hava enn einaferð tikið time-out.
17: Nú hevur Eysturríki tikið time-out.
15: Í álopinum royna føroyingar seg við sjey útileikarum. Stóru og skjóttspælandi, eysturrísku kvinnurnar hava munin og eru á odda 9-4. Anna Brimnes og Kristianna Henneberg hava nú skorað hvør síni tvey mál.
12: Nú er 6-2. Ringa gongdin hevur fingið venjararnar hjá Føroyum, Andreas F. Hansen og Scott Harrington, at taka time-out.
10: Eysturríki spælir skjótan hondbólti og er nú á odda 5-2.
08: Fyrstu føroysku málini hava Anna Brimnes og Kristianna Henneberg skorað. Støðan er 4-2 til Eysturríki.
06: Turið Arge Samuelsen, sum í gjár fór út við skaða í dystinum ímóti Íslandi, er ikki blivin klár til dystin í dag og spælir ikki við.
05: Eysturríki er komið betur frá byrjan og er á odda 3-1.
02: Hesar sjey byrja inni hjá Føroyum:
Málverji: Fríða Petersen
Høgri vongur: Ninna Katrin Johansen
Høgri bakkur: Kristianna Henneberg Joensen
Spælskipari: Súna Krossteig Hansen
Vinstri bakkur: Anna A. Brimnes
Vinstri vongur: Birita Jacobsen
Strika: Brynja Høj
Føroyar byrja við fastari verju/álop útskifting, har Pernille Brandenborg kemur í verjuna fyri Súnu Krossteig Hansen.
Føroyski hópurin er hesin: Fríða Petersen (M), Margit Weihe Fríðmundsdóttir (M), Viviann Petersen (M). Lilja Mohr, Bára Krossteig Hansen, Eir Martinsdóttir Berg, Bára Krossla Mortensen, Bjarta Osberg Johansen, Kristianna Henneberg Joensen, Anna Armgarðsdóttir Brimnes, Súna Krossteig Hansen, Turið Arge Samuelsen, Brynja Høj, Birita Jacobsen, Pernille Brandenburg, Ninna Katrin Johansen.
Føroyar spæla sín síðsta dyst í hesari HM-undankappingini á heimavølli ímóti Eysturríki. Hendan greinin verður uppdaterað alt eftir dystargongdini.
Les eisini: Nógv stendur á spæl