Aldrin áður hava so nógv ferðamannaskip vitja Føroyar sum í 2015. Í høvuðsstaðnum er nærum ongin vika farin uttan eitt ferðamannaskip hevur ligið í kai, meðan fleiri ferðamannaskip eisini hava vitjað í Klaksvík, Runavík og aðrastaðni í Føroyum.
Men nú veturin nærkast og veðrið versnar, so er tað ikki óvæntað, at talið av ferðamannaskipum fækkast. Ferðamannaskipið Eurodam, ið liggur við kai í Havn í dag, er sambært Tórshavnar havn næstseinasta ferðamannaskipið, ið vitjar Havnina í ár.
Talan er um eitt stórt skip. Tað er 285 metrar langt og 32 metrar breitt og umborð er pláss fyri 2.104 ferðafólkum og 929 starvsfólkum.
Skipið er skrásett í Hollandi við heimstaði í Rotterdam. Skipið varð bygt í Italia, har tað var liðugt 16. juni 2008 og góðar tríggjar vikur seinni sigldi tað sín fyrsta túr.
Seinasta ferðamannaskipið, ið vitjar Havnini í ár er Sea Spirit, ið kemur 1. oktober, meðan seinasti ferðamannaskipið í Føroyum í ár, er Aida Mar, ið vitjar Klaksvíkina 23. oktober.