Ólavur í Beiti
? Ráðið skal gera eina útgreining av føroyska almanna- og heilsuverkinum og gera uppskot til eina langtíðarætlan við tí endamáli at tryggja eitt høgt og nøktandi støði á almennu, føroysku vælferðartænastunum. Endamálið skal vera at hava einfaldar og gjøgnumskygdar skipanir, ið kunnu umsitast rættartrygt so nær borgarunum sum gjørligt. Heitt verður á landsstýrismannin um í lógaruppskotinum at skjóta upp tal og samanseting av nevndarlimum og at gera útgreinaðan arbeiðssetning fyri ráðið, ið tó ikki skal fevna um bygnaðin í heilsuverkinum, er uppskotið hjá áður nevndu løgtingslimum.
Og í viðmerkingunum verður m.a. sagt, at nógvir føroyingar tykjast enn halda, at danski statskassin rindar beinleiðis fyri almanna- og heilsuøkið. Men, sum m.a. verður víst á í Hvítubók, er einki beinleiðis samband millum blokkstuðulin (heildarveitingina) og hesi øki. Heildarveitingin verður ikki regulerað eftir nøkrum staðfestum tørvi í føroyska almanna-, heilsu- ella skúlaverkinum, men er hinvegin ein inntøkupostur á fíggjarløgtingslógini saman við skattum, avgjøldum o.ø. Sostatt mugu føroyskir politikarar raðfesta almanna- og heilsumál á fíggjarlógini saman við øllum øðrum játtanum.
Ongantíð viðgjørt
? Samlaðu útreiðslurnar á løgtingsfíggjarlógini fyri ár 2000 eru kr. 2.834.798. Av hesum eru í alt kr. 1.399.723 játtaðar til trivnaðarmál, harav kr. 1.023.841 til almannamál. Hóast hesar alstóru og grundleggjandi broytingar er almanna- og heilsuøkið ongantíð viðgjørt og nágreiniliga lýst.
? Øll lond, sum vit vanliga samanbera okkum við, eru farin í holt við at endurskoða sínar vælferðarskipanir til tess at skapa trygd og rættvísar skipanir fyri framtíðina. Føroyar hava allar fortreytir fyri at læra av royndum hjá øðrum og seta skjøtil á síni egnu boð upp á framtíðar vælferðarsamfelagið - ið møguliga eisini onnur lond kunnu læra av.
? Neyðugt er tí at seta eitt trivnaðar- og heilsuráð at arbeiða burturav við hesi avbjóðing. Ráðið eigur at gera eina gjøgnumgangandi lýsing og viðgerð av almannaøkinum og tí partinum av heilsuverkinum, ið ikki hevur við sjálvan bygnaðin at gera. Serligur dentur skal leggjast á, hvussu almannaverkið kann skipast eftir føroyskum fortreytum, og hvussu tað kann skipast í nærumhvørvinum hjá borgarunum.
? Ráðið skal ikki viðgera sjálvan bygnaðin í heilsuverkinum, men tað skal útgreina, hvørjar uppgávur heilsuverkið skal røkja. Somuleiðisskal viðgerast, hvussu heilsuverkið umframt sjúkrarøktina eisini kann røkja fyribyrgjandi uppgáv-ur.
Og Páll á Reynatúgvu, Finnur Helmsdal, Tórbjørn Jacobsen, Jóanis Nielsen, Rúna Sivertsen, Jákup Sverri Kass og Jenis av Rana mæla til, at ráðið skal arbeiða skjótt soleiðis, at tað kann lata frágreiðing sína, úr hendi í seinasta lagi 31. desember 2001. Neyðuga játtanin verður somuleiðis at fylgja við lógaruppskotinum.