Tað var ein turrislig staðfesting, sum Dimma gjørdi í eini oddagrein um dagarnar: "Tað sær út til, at vit hava trupulleikar við at stýra landinum".
Sær út til... So hava tey ið hvussu er ikki sagt ov nógv!
Síðani verður við nøkrum dømum víst á, at samgongan ikki hevur nakra samanhangandi kós, og at "samgonguleiðarin eigur at fáa skil á hesum viðurskiftum".
Jú jú. Tað "eigur" hann sjálvandi.
Men skal ein skipari kunna gera tað, sum hann "eigur", so mugu nakrar fortreytir vera uppá pláss:
Fyri tað fyrsta má skiparin vita, hvat hann sjálvur vil.
Fyri tað næsta má manningin akta skiparan.
Og skal hon tað, so má manningin, fyri tað triðja, hava eina ávísa virðing fyri skiparanum.
Alt vantar
Tíverri er eingin av hesum fortreytum til staðar, tá tað snýr seg um Kaj Leo Johannesen.
Hann veit ikki hvat hann sjálvur vil. Hann hevur onga politiska visión. Tí hevur hann heldur onki politiskt mál. Og tí hevur hann heldur onga ætlan.
Fyri tað næsta eru fá, sum hava virðing fyri Kaj Leo sum løgmanni. Tí hevur hann lítlan myndugleika - og tí akta fólk hann ikki.
Hvør hevur maktina?
Hvør hevur so maktina í samgonguni, kann ein spyrja.
Og tað er, sum Dimma vísir á, trupult at siga. Tað er ið hvussu er eingin yvirskipað leiðsla. Anfinn Kallsberg stýrir nógvum - men ikki øllum. Og beint áðrenn fíggjarlógin varð samtykt, fekst ein greið ábending um, hvør eisini hevur vald.
Tjóðveldi hevði eini 50 broytingaruppskot til fíggjarlógina. Fleiri samgongulimir kundu hugsað sær at atkvøtt fyri onkrum teirra - og onkur lovaði tað eisini alment.
Men hann mátti eta lyftið í seg aftur. Har skuldi eingin slingur vera í valsinum, søgdu leiðararnir í samgonguni. Øll samgongan skuldi atkvøða fyri teirri semju, sum var gjørd í fíggjarnevndini. Og ongum øðrum!
Allir føroyingar skuldu altso taka tað medisin, sum fíggjarnevndin hevði ordinerað. Her skuldu øll vera líka.
Teir, sum hava vald
Men beint áðrenn fíggjarlógin varð endaliga samtykt, komu nøkur broytingaruppskot kortini frá samgonguni sjálvari.
Og nú var greitt, at hóast øll skuldu vera líka, so skuldu nøkur vera meira líka enn onnur. Nøkur sluppu at sjálv at ordinera sær sítt egna medisin.
Broytingaruppskotini frá samgonguni snúðu seg ikki um sosialar batar. Ikki um útbúgving. Ikki um gransking. Ikki um útjaðaramenning. Nei, nei, nei - tað vóru bara nakrir heilt fáir persónar, sum skuldi hava fleiri skattakrónur at ráða yvir, enn fíggjarnevndin hevði ætlað teimum.
Ein kallaðist Jóannes Eidesgaard. Hann skuldi hava eina hálva millión meira til sína egnu fyrisiting. Pluss eina heila til Hagstovuna, sum hann hevur undir sær.
Ein annar kallaðist Johan Dahl. Hann skuldi hava 900.000 meira til sína egnu fyrisiting.
Ein triði kallaðist Jacob Vestergaard. Hann skuldi hava eina heila millión meira til sína egnu fyrisiting.
Hetta hildu fleiri samgongulimir sjálvandi vera sera ódámligt - men uppskotini vóru kortini stemmað ígjøgnum.
Og tað vísir rættiliga væl, hvør hevur vald í samgonguni. Hvør fær onnur at akta seg.
At hesir menninir brúka valdið sum teir gera, eru tað mong, sum harmast um. Men tað er eingin ivi um, at teir hava tað.
Tey, sum ikki hava vald
Men henda søgan vísir eisini, hvør ikki hevur vald í Tinganesi.
Rósa Samuelsen, stakkalin, sum støðugt hevur fingið álagt at spara, fekk onga krónu eyka.
Helena Dam á Neystabø tað sama. Hon skal bæði skerja á sínum málsøki - og skarva av síni egnu fyrisiting.
Teir tríggir menninir hava nógv vald. Tær báðar kvinnurnar hava lítið vald.
Og so er tað løgmaðurin hjá okkum.
At tríggir landsstýrismenn, sum teir einastu, sluppu at skera sær eitt eyka stykki av teirri almennu lagkøkuni, er rættiliga prinsipielt. Ein skuldi trúð, at talan varð um eina yvirskipaða avgerð í samgonguni. Eg havi tí á tingi spurt Kaj Leo Johannesen, um hann skipaði fyri tí.
Men tað gjørdi hann ikki. Leiðarin, sum vera skal.
Tað vísir kanska best av øllum, hvør einki vald hevur í landsstýrinum...