Fótbóltur
Eina ferð um mánaðin almannakunngerð altjóða fótbóltssamgongan, FIFA, nýggjan styrkislista fyri landslið. Styrkislistin er grundaður á úrslitini, sum ymsu fótbóltslandsliðið hava fingið seinnu árini, og ætlanin er so, at hesin skal geva eina mynd av, hvussu styrkisbýtið í altjóða fótbóltsheiminum er.
Vanliga eru ikki tær stóru broytingarjnar í oddinum, og soleiðis er heldur ikki hesa ferð. Størsta broytingin innan tey tíggju ovastu er, at Argentina nú er komið ájavnt Brasil á øðrum plássinum. Brasil var annars frá fyrstan tíð ovasta landið á listanum. Einamest grundað á søgulig úrslit. Og hetta plássið hildu teir til í fjør summar, tá Frakland tók ovasta sessin. Nú er Brasil í álvarsligum vanda fyri at missa annað plássið, og at tað júst er Argentina, sum hóttir, man níva tey í samba-landinum, har tey siga heimsins besta fótbóltsspæl hoyrir heima. Longur niður enn á triðja plássið fer Brasil tó neyvan í bræði. Teir hava 784 ratingstig, meðan Columbia (!) á fjórða plássinum hevur 728.
Lítil afturgongd
Fyri norðanlond varð talan yvirhøvur um eina lítla afturgongd hesaferð, sammett við listan fyri apríl mánað. Einasta landið, sum gekk fram, var Finnland. Svøríki, Noreg og Føroyar gingu øll aftur, meðan Danmark og Ísland hildu fast um sínar støður.
Fremsta orsøkin til, at Føroyar hesa ferð gingu eitt fet aftur, er, at Malta hevur gjørt eitt rættiligt skarvslop seinastu tíðina. Hesa ferð lupu teir 5 pláss upp eftir listanum, og síðani desember mánað hevur Malta flutt seg 14 fet uppeftir. Samstundis hava Føroyar flutt seg tvey fet skeiva vegin. Umframt Malta er eisini Madagascar farið framvið Føroyum. So samanlagt telja sigrarnir hjá Føroyum móti Malta helst ikki nóg nógv í hesum sambandi.
Niðanfyri sæst partur av styrkislistanum hjá FIFA fyri mei mánaða. Tølini í klombrum sýna, hvussu liðið vórðu styrkismett í apríl mánaði.
1 (1)Frakland
2 (2)Brasil
2 (3)Argentina
4 (4)Columbia
5 (5)Portugal
6 (6)Italia
7 (7)Mexico
8 (7)Spania
9 (9)Holland
10 (10)Jugoslavia
19 (17)Svøríki
20 (20)Danmark
33 (31)Noreg
41 (42)Finnland
56 (56)Ísland
119 (118)Føroyar