Theodor E. D. Olsen
Álvur Haraldsen
Í sambandi við at bólkurin er fløguaktuellur í hesum døgum, varð skipað fyri konsert fríggjakvøldið, har høvi var at hoyra nógvar av nýggju sangunum. Hóast boðað var frá eini sitikonsert, noyddist fitt av fólki at standa á síðusvalanum og lurta, men tað gjørdi kanska minni, tí tað var eitt sera hart og rátt ljóð, sum knøttakøni ljóðmaðurin megnaði at trýsta í hvønn krók í salinum. Hesin er eisini fastur ljóðmaður á sokallaðu grønu konsertunum Niðri og hevur eisini arbeitt við Metallica og Will Smith - hesaferð átti Moirae so tørn, og ikki kann sigast annað, enn at honum eydnaðist at finna tað rætta »soundið« hjá bólkinum.
Visuelli yrkjarin
Frágreiðingarnar millum løgini vóru fáar og stuttar, og vísti hetta eisini hvussu konsentrerað manningin var á tí einans umleið fimm korter longu konsertini fríggjakvøldið. Hinvegin var als ikki neyðugt hjá Terja at siga serliga nógv, tí hesum syrgdi tann visuelli parturin hjá Anker Eli Petersen, sum eisini eigur flestu tekstirnar, fyri.
Á løriftinum aftan fyri pallin koyrdi nevniliga ein ljósmyndarøð, sum Anker Eli hevði latið úr huga og hondum, og gjørdi hetta framførsluna til eina tvørlistaliga uppliving. Áðrenn sjálv konsertin byrjaði, kom tann fyrsta myndin til sjóndar, og tann eftirhondini eyðkendi stílurin hjá Anker Eli, ið bert hann megnar at skapa, varð hildin allan vegin. Í støðum í tí samfelagsrevsandi partinum kanska í so forerandi, so at áskoðararnir ikki sluppu at hugsa so nógv sjálvir, men sum heild riggaði hendan samanrenningin við tónleiki og inniligum ljósmyndum sera væl - og tað er ikki bara sum at siga tað at samansjóða intimitet, show og harðan rokk til eina eind.
Men tað var eyðsæð, at sambært smakkiroyndini fríggjakvøldið av nýggja tilfarinum, verður hetta munurin millum ta nýggju fløguna og hina fyrru, sum kom út fyri tveimum árum síðani. Tí meðan hin fyrra so at siga slapp at útvikla seg sjálva og spinna sín egna tráð, líktist hetta nýggja tilfarið nógv meira eini umhugsaðari og vælstoyptari heild.
Nýggjar perlur
Moirae legði fyri við tí samfelagsrevsandi sanginum »Brillumenn«, ið umrøddi tær dupultmoralsku Føroyar, ið sjálvt ikki kunnu geva einum fríggjandi pari á skansanum frið. Eitt vælkoyrandi rokklag, ið gav teimum eina stóra nøs, sum altíð bert velja at seta sínar egnu brillur á hana, og síðani fordøma onnur út frá sínari sannføring. Allarhelst eitt komandi hitt, ið minnir okkum á ikki at grýta við gróti, tá vit sjálvi ganga við glareygum.
Cyberljós í náttini
Síðani helt tann harði rokkurin sum sagt fram, við tekstum um m.a. kærleika og heita ást, væl stuðlað av teimum ikki minnu heitu ljósmyndunum, og vit kunnu bara gita, hví fløgan kallast »Sangir úr náttini«.
Afturat sær á pallinum høvdu teir fimm úr Moirae Magnus Johannesen á ljómborði og guitaristin, Jens Marna Hansen. Sum vera man krevur ein so gjøgnumførd rokkonsert nógv av guitarleikaranum, og her stóð Hjalti stinnur uttan at gera nakað hóvastak burtur úr sær púra cool og røkti hesa uppgávuna til fulnar. Men sum sagt var hetta ein heilstoypt eind har tónleikur, myndir og litirnir frá cyberljósinum gjørdu konsertina til tað, hon bleiv. Sum heild gekk fyrra helvt av konsertini betur enn tann seinna, tá tað harða tilfarið av tí fyrru fløguni eisini slapp upp í part. Hetta sigur tó meira um, hvussu Moirae forkelaði áhoyrararnar í fyrru helvt, har Terji & Co. rættiliga »groovaðu« og sluppu at framføra kremið av tí, ið føroyskur rokkur hevur at bjóða upp á í dag.
Moirae, takk fyri eina góða konsert og tillukku við fløguni, sum kemur út í dag.