- Í mong ár hevur Lugarið í Leirvík verið eitt felagshøli ella eitt undirhús, har serliga eldri menn hava samlast. Har hava teir loyst allar gátur og allar knútar afturvið einum góðum drekkamunni og hugna. Vanliga samlaðust millum 12 og 20 mans har. Nú er Lugarið stongt, tí alt hevur sína tíð - og tó.
Soleiðis skrivar Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari, á Facebook-síðuni hjá Føroysku Sjómansmissiónini. Men, miðskeiðis í hesi vikuni flaggaði á havnalagnum í Leirvík, tí nýggja Lugarið nú varð alment tikið í nýtslu.
Tað er Eysturkommuna, sum hevur latið bygningin byggja, og hann kostar umleið 2,4 miljónir krónur. Í niðaru hæddini og í sunnaru hálvu er felagshølið Lugarið og almenn vesir. Haraftrat er ætlanin, at bátafólkið skulu kunna brúsa sær og vaska klæðir.
- Í erva er havnarskrivstovan, har Janus Rygshamar, havnarfúti, kemur at starvast. Í norðaru hálvu eru fýra skúrar, ið skulu seljast sum sjálvstøðugar eindir. Lugarið verður opið gerandisdagar frá umleið klokkan 9 til 16.
Facebook-síðan hjá Føroysku Sjómansmissiónini veit eisini at siga, at Eysturkommuna, sum Leirvík er partur av, eisini hevur gjørt íløgur í ein skjóttgangandi bjargingarbát - ein sokallaðan ribbát - sum er keyptur brúktur úr Noregi.
- Báturin kann sigla 46 míl og kemur at vera knýttur at sløkkiliðnum og havnarskrivstovuni, verður lagt aftrat.