Øll fýra føroyingaliðini í bestu donsku hondbóltsdeildini hjá kvinnum vóru í leiki í kvøld, og tað endaði við einum sigri og trimum tapum til føroyingaliðini.
Føroyski landsliðsleikarin, Pernille Brandenborg (myndin) og liðfelagarnir í Keypmannahavn vunnu á heimavølli 35-29 á Skanderborg. Í steðginum var Keypmannahavn á odda 20-14.
Pernille skoraði eitt mál og legði upp til tvey mál.
Keypmannahavn er nummar seks í deildini við 14 stigum.
Súna K. Hansen og liðfelagarnir í Ajax taptu á heimavølli 21-25 fyri Bjerringbro. Ajax var omaná í fyrra hálvleiki, og var á odda 15-12 í steðginum. Í seinna hálvleiki megnaði Ajax bert at skjóta seks mál.
Súna gjørdi sítt við at skjóta fýra mál, leggja upp til trý mál, og við at vinna liðnum eitt brotskast.
Ajax hevur tapt 14 av 14 dystum, og er langt aftast í deildini við ongum stigi.
Landsliðsmálverjin, Rakul Wardum og liðfelagarnir í Ringkøbing taptu á heimavølli 27-29 fyri Silkeborg-Voel. Í steðginum var Ringkøbing annars á odda 14-11.
Rakul hevði eitt bjargingarprosent upp á 33,33 prosent. Kappingarneytin, Ida Vium bjargaði ongum skoti í kvøld.
Ringkøbing er nummar 10 í deildini við 11 stigum.
Jana Mittún og liðfelagarnir í Viborg taptu á útivølli 28-31 fyri Horsens. Í steðginum var heimaliðið á odda 16-13.
Jana skoraði fýra mál.
Viborg er nummar fimm í deildini við 14 stigum.