Eitt framstig fyri umhvørvið

ARBEIÐSBÓLKURIN, sum skal lýsa føroyska umhvørvið og føroysku náttúruna, er farin til verka. Hóast vit ikki fáa nakað úrslit at síggja fyrr enn um fleiri mánaðir, so skal landsstýrismaðurin, Eyðun Eltør, hava rós fyri at taka hetta stigið, tí hetta arbeiðið skal miðja eftir at fáa ein veruligan umhvørvispolitikk í Føroyum. Ein slíkan hava vit ikki í dag, og í mongum førum eru vit eftirbátur við lít. Vit klára ikki at skipa okkum sjálvi og vit klára heldur ikki at lúka treytir í altjóða sáttmálum, sum vit hava tikið undir við. Tað er tí í tøkum tíma, at vit fáa ein miðvísan umhvørvispolitikk og eina náttúrufyrisiting.

UMHVØRVISBÓLKURIN skal fyrst og fremst lýsa støðuna í Føroyum í dag bæði viðvíkjandi umhvørvi og náttúru. Hann skal vísa á tey viðurskifti, sum vit kanska hava gloymt og lítið ella einki gera við í dag og hvat vit gera skeivt. Tey eru neyvan fá, tí vit bæði dálka og fara so sum so við náttúruni og náttúruvirðum, sum tey undanfarnu ættarliðini dugdu at umsita, tí alt skuldi koma til sættis, og náttúran, sum alt lív hvíldi á, skuldi breyðføða komandi ættarlið.


SOLEIÐIS hugsa vit ikki í dag. Í dag hugsa vit bara um at troyta tilfeingið sum mest, og hugsa ov lítið um avleiðingarnar. Vit hugsa ov lítið um tað árin og tær avleiðingar, sum hjálievnini og burturkast hevur fyri umhvørvið og vistfrøðina.


Á HESUM øki hava vit nógvar gamlar lógir og reglur. Lógir um t.d. vatn og hegn, sum kanska eru um 70 ára gamlar. Vit hava lóg um náttúrufriðing og lóg um skógarfriðing. Vit hava umhvørvislógina frá áttatiárunum og vit hava eina rúgvu av altjóða sáttmálum at halda okkum til. Vit hava tí eitt stórt og komplekst lógarverk, sum arbeiðsbólkurin óivað skal fara ígjøgnum bara fyri at lýsa støðuna formliga.


STØÐAN skal lýsast í eini frágreiðing, sum skal vera grundarlag undir einum orðaskifti í Løgtinginum. Burtur úr hesi frágreiðing og orðaskiftinum skal ein umhvørvispolitikkur orðast. Nýggjar lógir og samskipaðar lógir koma væntandi burtur úr hesum arbeiði. Men tá alt hetta er fingið frá hondini ? vónandi um ikki alt ov nógv ár ? so skal umsitingarparturin koma upp á pláss, eins og fólk mugu gerast meira tilvitandi um henda spurning. Alt hetta mál hevur alstóran týdning fyri okkum, tí alt lív okkara hvílir á náttúruni og tí, sum vit fáa burtur úr henni. Hesin spurningur hevur ikki minst týdning, nú alivinnan, sum er stór dálkingarkelda, gerst størri og størri, og nú vit kanska standa á gáttini til eina oljuvinnu.


MEN til ein framtíðarpolitikkur er orðaður, mugu vit framhaldandi virka fyri einum reinum og ódálkaðum umhvørvi og ikki gera ov stór inntriv í náttúru okkara.