Eitt gott Deja Vu

Hóast tað steðgaði eitt sindur upp mitt í, so høvdu Deja Vu eina frálíka framførslu í Flagstjaldinum
Fyrstir á Flagspallinum í dag vóru Deja Vu, ið spældu klokkan átta. Sum framførslan leið komu fleiri fólk, men at byrja við, var eitt sindur tómligt.

 

Men Deja Vu løgdu hart út, og spældu nøkur av teirra meiri orkufyltu løgum. Við góðum botni frá bassi og trummum, kundu hin ljóðførini leggja sítt sveimandi ískoyti omaná. Sat og svingaði væl. Sjálvur haldi eg, at hesi meiri peppaðu løgini rigga best.

 

Eftir tað komu nøkur friðarlig løg, sum tóku luftina úr ballónini. Serliga tað eina instrumentala lagið, ið koyrdi í fimm minuttir og stórt sæð í tveimum akkordum, var tungt at koma ígjøgnum. Møguliga hevði tað riggað í einum meiri inniligum umhvørvi, men í Flagstjaldinum sló tað ikki heilt til.

 

At enda kom frálíka lagið ?Is There Someone?, og tá ið Deja Vu vórðu klappaðir uppaftur, kom ?Confused?, ið er eitt av bestu føroysku løgunum nakrantíð, eftir mínum tykki.

 

Deja Vu spæla sín egna tónleik og leggja seg eisini eftir, at hava sítt egna sound. Tað riggar, og teir høvdu eina sera góða konsert í dag, hóast tað steðgaði eitt sindur upp í miðjuni.