Royni at lesa við positivum eygum
Eg havi roynt at lesa hesa grein við so positivum eygum sum gjørligt, og eitt lítið besinnilsi er at hóma í greinini. Men tíverri eru eisini lýtir. Tað positiva er, at UA sigur: ”Eftir mínum tykki høvdu teir rætt”. Hann hugsar her um hesar hissini umsetingar av staðanøvnum úti í Verðini: Grønhøvdaoyggjar, Høvdastaður osfr. Tað eigur ikki at verða gjørt aftur.
Men straks fer hann víðari og leggur kritikarar undir at hava koldømt alt atlassið. Kortbløðini og í flestu førum staðanøvn eisini vóru í lagi. Ho Chi Minh í Vietnam er ikki Hó Ki Minn, Zhengzhou í Kina er ikki Sjengjó. Queensland er ikki Kvinsland.
6500 nøvn av 7000 vóru helst í lagi
Eg minnist ongan, sum hevur kolldømt alt atlassið. Av teimum 7000 nøvnum, sum eru í atlassinum, eru kanska eini 6500 í lagi. Roskilde, Holbæk, Jyderup og Kalundborg í fínasta lagi. Wiesbaden, Mainz, Koblenz og Neuwied tað sama. Zaragoza, Cuenca, Cadiz og Algeciras á sama hátt. Hesi eru, sum tað eigur at vera, skrivaði á donskum, týskum og sponskum máli, og ikki við ’føroyskari’ stavseting.
Tað er ein leiðregla, at skriva nøvn soleiðis, sum tey eru viðurkend og skrivast í dag. IKKI soleiðis, sum tey kanska einaferð hava verið, IKKI soleiðis sum onkur heldur kundi ynskt sær, at tey áttu at verið. Stalingrad eitur í dag Volgograd, Líðandisnes eitur Lindesnes, og Bombay kallast Mumbay.
Tað er ein meginregla
Eg havi bæði sagt og skrivað fleiri ferðir, at meginreglan bert kann vera, at skriva nøvnini, so langt tað er gjørligt, so sum londini sjálvi skriva tey. Við latínska alfabetinum er hetta einki problem.
Men fleiri fremmand nøvn hava hevd í føroyskum
Næsta reglan er, at í øllum málum - eisini í føroyskum - eru nøkur staðanøvn á ella í fremmandum londum, sum hava fingi hevd. Tey eru blivin vanlig í føroyskum í einum serligum formi. Tað er blivið ein konventión (vani, traditión) at brúka hesar formar í føroyskum. Svøríki fyri Sverige, Týskland fyri Deutschland, Frankaríki ella Frakland fyri France, Spania ella Spanien fyri Espana. Albania ella Albanien fyri Shqipëria
Hesi konventionellu nøvn eru ikki nakað, sum er ”uppfunnið” í Føroyum. Tey eru at kalla komin av sær sjálvum, spontant. Bara komin gjøgnum tær kanalir til útlandið, sum einaferð hava verið møguligar. Týskland er felags norrønt, og eitur so bæði á norskum, svenskum og donskum.
Kanska hevur hendan regla ikki fingið pláss nóg frammalaga í tí, eg higartil havi skrivað. Men hon hevur altíð verið har.
Montanus-logikkur
UA ger nógv burtur úr at leggja onnur undir at vilja brúka langar, krønglutar og ikki-konventionellar formar. Hann vil vera við, at onkur vil hava føroyingar at siga Shqipëria í staðin fyri Albania, at siga Al Maghrib fyri Marokko. Kallar hetta Erasmus Montanus-lokikk. Men nei, eingin hevur sagt ella skrivað hatta. Sum staðfest omanfyri, er púra í ordan at brúka konventionell nøvn, sum hava hevd í føroyskum, og tað hava bæði Albania og Marokko og fleiri onnur.
Tað er tí ein skeiv leið at gera eina reglu, sum UA vil, ið sigur at: ”Sum útgangsstøði skulu vit stavseta tey vanligastu orðini (meinast við staðanøvn), til dømis landanøvn, ávísar býir og onnur støð, á føroyskum”.
Her fer skútan at leka. Hendan misskilta ”regla” gevur fríar ræsur at finna uppá, at broyta og ’forbetra’. Chile fer at vera Kili, Zimbabwe skal eita Simbabvi. Peru verður Pera (føroysk orð í hvørfalli enda ikki uppá –u). Hatta er eftir mínum tykki ikki gongd leið.
Eg skilji ikki logikkin
Tá nú skútan er farin at leka, so fossar sjógvur inn. Eg løgið dømi hjá UA er, har hann sigur: ”Sisilia eitur Sisilia við s, og Cape Town eitur Cape Town, eins og New York eitur New York”. Hví skal Sicilia ikki sleppa at eiga sítt c-, tá Cape Town bæði hevur c- og w-? Og New York hevur –w, og brúkar Y sum J. Hatta er manglandi konsekvensur.
Eingin hevur sagt ella skrivað so!
Tað er skeivt, sum UA skrivar, at tað ”ber als ikki til, at gera eitt reglufast atlas”. Tað ber til at fylgja oman nevndu meginreglu: Skriva so sum londini sjálvi gera, og harnæst at hava atlit til hevd-vunnin nøvn. Tí er skeivt at skriva, at nakar vil: ”gera eitt føroyskt atlas eftir staviháttinum í donskum ella enskum”. Eingin hevur – mær vitandi – ætlað tað.
Men sjálvt um nakrar høvuðsreglur kunna og eiga at setast upp, so koma túsund ivamál, sum støða má takast til. Her ger málfrøðin ikki altíð mun, men geografiskur, kartografiskur og søguligur kunnleiki, staðanavnafrøði ella toponymi og vitan um transkriptiónsreglur skal til. Tí er tað keðiligt, tá UA skrivar, at nakar vil ”lata standardisera eftir onkrum teknokratiskum frymli hjá ES ella ST.” Hví vera so hástórur, og kalla arbeiðið hjá UNGEGN, har føroyingar eisini eiga pláss fyri ”teknokratiskt”? Tað skuldi ikki verið neyðugt.
Staðanavnanevndin skal uppí
Men eg vil meina, at nú ein Staðanavnanevnd er sett, so er tað upplagt, at hon sleppur at úttala seg og arbeiða við atlassinum. Fakmál og fakterminologi er annað enn føroysk stavseting, syntax og bending.
Haraftrat hevur alfabetið (stavraðið) verið í Løgtinginum, har ein meiriluti tekur undir við at hava tað latínska alfabetið sum grundarlag, og so skoyta tey serligu tekin uppí, sum verða brúkt í føroyskum.
Kanska nærkast vit?
UA hevur slept tankanum um, at ’umseta’ nøvn til føroyskt. Eg havi undirstrikað, at loyvt er framvegis at brúka konventionellar formar, sum hava hevd í føroyskum. Eftir stendur at skriva bæði New York og Sicilia rætt. Tað mátti borið til.
Vinarliga, Rolf