Eitt lívsstarv í trukkinum

TRUKKFØRARI At tað krevur sín mann at koyra ein trukk, er 45 ára gamli Jan Johannesen av Oyri eitt gott dømi um. Hann hevur koyrt trukk ein stóran part av lívi sínum, og ger tað framvegis. - Ein krevur allatíðina at konsentrera seg og hava eyguni við sær. Annars kann tað skjótt blíva farligt, serliga inni á virkinum, slær hann fast.

Eiði: Uttanfyri oysir regnið niður, men her inni á virkinum ”Bátafiskur” lata tey ikki við seg koma í dag.
Í sjálvari høllini eru fiskafólkini til arbeiðis. Inni í einum øðrum høli sita ein kvinna og ein maður og kanna nøkur skjøl. Á skránni er innaneftirlit.
Men inni á í høllini, goymsluni og um neyðugt uttanfyri er Jan í ferð við enn ein dag í langa lívi sínum sum trukkførari.
Við bláa keppi sínum og teirri eyðkendu reyðu thermodraktini er hann millumliðið millum útróðrarbátarnar, starvsfólkini, goymsluna og teir ið koma eftir teimum lidnu vørunum.
- Hetta er eitt sera gott arbeiði, slær Oyra-maðurin fast.
Henda morgunin var hann farin heldur seint til arbeiðis – ikki fyrrenn klokkan átta. Men so heldur hann eisini á til dagsverkið er lokið
- Nær eg so fari til hús aftur? Nei, tað er einki fast klokkuslett. Eg fari ikki til hús fyrrenn alt er liðugt, sigur hann brosandi.


Fisk og rækjur
Tað er ikki hvørjum manni beskorið at hava kunnað koyrt trukk meginpartin av lívi sínum.
Jan byrjaði at koyra trukk í 1986, um tað mundið, tá nógv virksemi var í Rækjuvirkinum á Oyri. Jan búði soleiðis fyri, at tað var bæði stutt og einfalt hjá honum at ganga ella súkkla til arbeiðis.
Hansara starv kom at vera trukkførari, og eftir at hava gjørt hetta í trý ár, varð hann av leiðsluni biðin um at fara á eitt skeið.
- Og her koyrdi er heilt fram til virkið lat aftur nøkur ár seinni, greiðir hann frá.
Seinni fekk hann millum annað arbeiði á flakavirkinum í Haldórsvík, men nú er hann fastur trukkførari her hjá Bátafiski.
- Her er gott at vera, men mær dámdi eisini heilt einastandandi væl á Rækjuvirkinum.

Ringur mars
Bátafiskur á Eiði er eitt av virkjunum, ið serliga tekur ímóti fiski frá útróðrarbátunum.
Hetta hevur so aftur við sær, at tað til tíðir kann koma sera nógvur fiskur uppá land, meðan tað til aðrar tíðir er heldur slakari. Onkutíð verður eisini fiskur keyptur til virkið.
Tá bátarnir koma inn at avreiða á Eiði ræður um eitt hjá virkinum: At hava gott fólk við kranan; gott og roynt fólk í trukkinum, ið skal syrgja fyri at veiðan kemur undir tak sum skjótast; og góð arbeiðsfólk inni á virkinum.
- Til tíðir kann vera rættiliga nógv at gera, greiðir Jan frá. Tað man kortini neyvan vera nakar ivi um, at tey á virkinum somuleiðis kundu havt ynskt sær meiri av várróðrinum í ár.
Tað eru helst eisini fleiri útróðrarmenn sum høvdu væntað og vónað tað sama. Henda besta tíðin á Norðhavinum hevur verið nógv merkt av illveðri og ringum líkindum til útróður. Og tað hevði so aftur ávirkað arbeiðið hjá Bátafiski.
- Nei, mars mánaður í ár, hann riggaði stak illa til veður, slær Jan fast.

Tá alt er liðugt
Arbeiðsfólkið á Bátafiski møtir vanliga klokkan 8 á morgni, men tá hevur Jan longu verið á vakt í ein tíma.
Hansara uppgáva er at skipa so fyri, at klárt er at tendra maskinurnar stundisliga, so framleiðslan kann byrja. Og so kemur ferð á arbeiði hansara:
Samstundis, sum hann skal fáa nýveidda fiskin inn á goymsluna, skal hann haraftrat syrgja fyri at flakamaskinurnar ikki steðga upp, tí eingin fiskur er at arbeiða undan. Og tá ein plattur er fullur við eskjum, skal hann setast inn í sína goymslu.
Í slíkum umstøðum er gott hjá arbeiðsfólki og leiðslu at vita, at tað er ein royndur maður sum koyrir trukkin.
- Jú, tað kann mangan vera strævið. Men so vil eg eisini siga, at fortjenastan er ikki so galin, staðfestir hann við einum brosi.


Klokkan 16:30
Tá vit vitjaðu á Bátafiski mikudagin í farnu viku, var Jan - sum eitt undantak – fyrst møttur klokkan 8.
Tey sluppu kortini ikki til arbeiðis beinanvegin, tí bíðað varð eftir at kranabilurin, ið var í aðrari uppgávu, skuldi koma. Tað gjørdi hann so tá klokkan var farin nakað av 11.
Hinvegin tók tað hvørki arbeiðsgleði ella arbeiðshug frá fólki, tí henda dagin høvdu tey nakað at gleða seg til: Asbjørn Djurhuus hevði bæði gjørt døgurða og hevði haraftrat bakað eina skuffukaku til starvsfólkini.
Og hesin dagurin gjørdist heldur ikki so langur. Jan væntaði sjálvur, at teir neyvan fóru at arbeiða longur enn til klokkan hálvgum fimm ella so.
- Men so kunnu vit eisini arbeiða heilt upp í 14 tímar aðrar dagar – og mangar eisini leygardagar, vísir hann á.


Linde er best
Á føroysku flakavirkjunum eru helst mong ið kennast við trukkarnar av merkinum Linde. Hesir hava staðið sína roynd gjøgnum nógv ár, og hetta er somuleiðis tað merkið, ið Jan dámar best, hóast hann her á Eiði koyrir við einum av merkinum Toyota.
- Eg vil ikki á nakran hátt siga, at trukkarnir hjá Toyota eru ringir. Als ikki. Men hinir eru bara eitt sindur betri, slær royndi trukkførarin fast.
Jan er serliga fegin um pedalirnar á Linde-trukkunum, og at teir eru kvikari at arbeiða við.


GOTT ARBEIÐI
Jan Johannesen veit, hvat hann tosar um, tá evnið er trukkførari. Hann hevur koyrt trukk síðani 1986 og koyrir enn. - Hetta dámar mær sera væl, sigur hann