Javnaðarflokkurin setur sær fyri at fáa eina virðuliga avgerð í teimum málum, sum standa millum Danmark og Føroyar. Og Javnaðarflokkur fer at brúka fólkatingssessin hartil.
Vit skulu hava sømuligt endurgjald fyri bankagøluna. Vit skulu hava endurfíggjað landskassans uttanlandsskuld við rímuligum treytum. Vit skulu hava hjálp til frambrot í samráðingunum við bretar um undirgrundarmarkið. Og seinast, men ikki minst, vit skulu samráðast við danir um eina nýggja lóg at avloysa heimastýrislógina.
Hendan nýggja sjálvstýrislóg skal ikki miða eftir loysing frá Danmark, men vera ein karmur um størri sjálvstýri innan fyri ríkisfelagsskapin. Tað er sera umráðandi, at tað verður Javnaðarflokkurin, sum kemur at virka fyri hesum nýggja karmi í fremstu røð, tí bert Javnaðarflokkurin hevur eina heilt greiða støðu til, at vælferð Føroya og føroyinga verður prioriterað fremst. Javnaðarflokkurin fer ikki at telva við vælferð okkara.
Javnaðarflokkurin setur sær eisini fyri at betra um livikorini í Føroyum. Vit vilja framvegis virka fyri arbeiði til allar vinnuførar hendur. Flokkurin hevur í stevnuskránni, at loyvt verður bæði landskassa og kommunukøssum at seta pening í arbeiðsskapandi virksemi, har ov lítið arbeiði er og tað privata ikki røkkur einsamalt. Sandoyarætlanin var eitt dømi um hetta, og tað var Javnaðarflokkurin, sum gekk á odda at gera Sandoyarætlanina, sum loksins gav úrslit. Javnaðarflokkurin vil um neyðugt gera tað aftur, tí arbeiði til øll er aðalmál, arbeiðsloysi er aðalfíggindi.
Javnaðarflokkurin vil betra vinnumøguleikarnar hjá útróðrarmonnum við at endurskoða bæði lógina um inntøkutrygd, lógina um friðing á landgrunninum, og lógina um fiskidagar, har miðað verður eftir at lata smáu útróðrarbátarnar fiska frítt av fiskidagatalinum.
Viðurskiftini hjá arbeiðsfólki á landi eiga at betrast, soleiðis at eisini hesin bólkur fær meira hóskiliga ársúrtøku við støðugari arbeiði í fiskivinnuni, tá meiri fiskur verður viðgjørdur í landinum. Karensdagarnir verða avtiknir og endurgjald latið frá fyrsta sjúkradegi, eins og skattatrýstið eigur at verða minkað á láginntøkunum.
Eftirlønarviðurskiftini skulu betrast fyri allar bólkar. Fólkapensiónin og samhaldsfasta pensiónin eiga at hækka innan fyri eitt ár við umleið 12.000 kr. árliga fyri hann, sum bert hevur hesar pensiónir at liva av.
Javnaðarflokkurin virkar fyri góðum sosialum korum hjá øllum samfelagsbólkum, og bert Javnaðarflokkurin setir vælferð fólksins fram um øll onnur politisk mál.
Men fyri at røkka hesum má Javnaðarflokkurin fáa tína atkvøðu. Veljið tí Javnaðarflokkin.
Gott val!
Birgir Mohr,
Sandi