Eitt meistarligt avrik

Framførslan av leikinum ”Í mínum hondum” hjá Eyð Matras fríggjakvøldið var so bergtakandi, at ikki eitt kis hoyrdist í Spaniastovu í Klaksvík teir 100 minuttirnar, Eyð Matras einsamøll var á gólvinum

Summi hava kanska hug at aftrat seg við at fara til ein leik, sum er einmansleikur. Ella einkvinnuleikur.
Men leikurin ”Í mínum hondum” hjá Eyð Matras, sum hon framførir í hesum døgum í Spaniastovu í Klaksvík er so spennandi, og søgan so væl søgd, at tað ber ikki til at keða seg.
Eyð Matras megnar meistarliga at spæla fleiri leiklutir, hon flytir seg frá nútíð til fortíð gjøgnum allan leikin, og hóast hon ikki hevur annað á pallinum enn eitt klæði og eina kistu, er áskoðarin ongantíð í iva um, hvar hon er, tá ið hon skiftir millum leiklutirnar.
Hon byrjar við Onnu, sum hevur hægri útbúgving og er komin til Føroya eitt skifti at arbeiða. Anna fær tilboð um eitt starv langt av landi, men skal hon fara so siga farvæl við mannin, hon er góð við.

Eitt link til fortíðina
Tá ið mamma hennara doyr, fær hon eitt armband frá pápanum, og hesin lutur gevur henni hug at granska í fortíðini. Men hvør er hon? Hví kennir hon seg at vera øðrvísi enn hinar.
Vit bakka 300 ár aftur til eina syrgiliga lagnu hjá eini fátækrafamilju í Svínoy. Húsfaðirin verður dømdur sum seyðatjóvur, børnini verða tikin frá teimum, og Katrina noyðist til Lamba at tæna. Børnini fær hon ikki við sær.
Ein ungur sprelskur og spennandi norðmaður kemur í bóndahúsini í Lamba at vera fyri veturin. Hon hevur ikki vitað av manni í fýra ár, og hann næstan líka leingi, og seint eitt kvøldið finna tey saman.
Hann fer avstað, men hon er við barn, rættari sagt við børn, og hon fær tvíburar.
Aftur koma myndugleikarnir á dyrnar, og hon verður dømd fyri hor.

Aftur at flyta
Aftaná er hon ikki vælkomin longur í Lamba við tveimum smábørnum, men fer í Gerðar í Klaksvík. Har enda hon og tvíburarnir sínar dagar í fyrra skalvalopinum í Gerðum.
Har fær hon ein dag vitjan av dóttrini, sum tikin var frá henni, og hon gevur dóttrini armbandið, sum hon fekk frá normanninum, dýrabarasta lut hennara.
Tað er hetta armband, sum nútíðar Anna fær frá pápanum sum eitt minni um mammuna. Tað vísir seg, at Anna er eftirkomari hjá Katrinu.
Leikurin hevur ongan greiðan boðskap, og vit fáa ikki at vita, um Anna fer av landinum, ella hon festir røtur í Føroyum.
Tað sterkasta við søguni er frásøgumátin hjá Eyð Matras. Ikki eina løtu stóð hon føst, og hon dugdi eisini sera væl at samskifta við áskoðararnar.
Leikurin er eisini ein máti at siga eina sanna søgu, sum annars ongantíð hevur verið skrivað samanhangandi um eitt søguligt tiðarskeið. Samstundir lýsir leikurin tankar hjá fólki, sum leingast ut í heim, men verða noydd at velja.
Eyð Matras hevur skrivað leikin sjálv, og hon hevur lagt stórt arbeiði í at kanna søguna, bæði í skjølum og við at tosa við fólk.

Kundi verið styttri
Hon hevur leitað fram nógvar upplýsingar um tíðina og fólkini. Leikurin hevði verið sterkari og lættari fyri hana at framført, um hon sáldaði nakað av upplýsingunum burtur. Allar upplýsingarnar eru áhugaverdar, men leikurin hevði einki mist, um sumt varð tikið frá.
Men samanlagt er leikurin eitt meistaraverk, og Eyð Matras prógvar enn eina ferð, at hon er ein megnar sjónleikari við djúpum innlivingarevnum í søguna.