19. desember 2023 varð minnismerkið Karyatida avdúkað í Miðstaðarlundini í Fuglafirði.
Hetta er tað einasta av sínum slag í heiminum, tí onga aðrastaðni eru minnismerkir yvir kvinnur, sum eru deyðar í barsilssong.
Tað eru Brynhild Næs Petersen, Poulina Abrahamsen og Anne Mette Greve Klemensen, sum hava tikið stig til minnismerkið.
Nógv hava vitjað fyri at síggja listaverkið sum Guðrið Poulsen hevur gjørt.
– Fyrstu tíðina eg skuldi práta um tað, fekk eg klump í hálsin og tár í eyguni. Eg dugdi ikki at skilja, hví eg skuldi fáa tað soleiðis, tí eg havi ikki mammu ella ommu sum er deyð í barsilssong, men tað er gingið upp fyri mær, tað tað kemst av, at eg sjálv havi fingið tríggjar keisaraskurðar.
– Ofta havi eg ein varhuga av um ferðafólkið er sjúkrasysti, ella hevur annað starv í heilsuverkinum, og tá eg fortelji teimum um minnismerkið, gerast hesi serliga rørd, sigur Kristina Gry Berg leiðari í Kunningarstovuni í Fuglafirði.
Ferðafólk gerast ofta illa við, tá hon greiðir teimum frá minnismerkinum, tí tey halda tað vera ov dapurt at hoyra á ferð síni. Men tá hon hevur víst á, at í Føroyum eru fleiri minnismerkið yvir sjólátin, og úti í heimi er vanligt at hava minnismerkið yvir hermenn, gerast samrøðurnar við ferðafólkini nakað heilt serligt.
– Tað er ikki eitt prát millum kunningarstovu og ferðafólk, tað gerst eitt prát ímillum tvey menniskju.
##med2##
Hugskotið at reisa minnismerkið kom allahalgannadag 2018. Anne Mette Greve Clementsen var sóknarprestur í Fuglafjarðar prestagjaldi. Hon helt røðu til minningarhald teirra sjólátnu. Í røðu síni greiddi hon frá mongu minnisvarðunum yvir sjólátin, men at eingin minnisvarði var yvir mongu kvinnurnar sum eru deyðar í barsilssong.
– Eftir minningarhaldið fóru vit í oysandi regni niður í kirkjukjallaran. Nøkur komu at siga eftir, bæði kvinnur og menn, og prátið kom á siðvenjuna við allahalgannadegi, og hví tað ikki er nakað minni yvir kvinnur, sum doyðu í barsilssong. Varð farið eitt ella tvey ættarlið aftur, var hetta nakað sum øll kendu úr sínar familju, tá byrjaði tankin, hví gera vit ikki tað? Og so fóru vit spakuliga í gongd, sigur Brynhild Petersen.
Brynhild Petersen, Poulina Abrahamsen og Anne Mette Greve Clementsen skipaðu seg í ein áhugabólk. Ætlanin var frá byrjan, at tær tríggjar skuldu savna peningin, samstarva við LISA, Listasamband Føroya, um tað listarliga, og við Fuglafjarðar kommunu um staðseting. Kommunan skuldi eiga minnismerkið, tá tað var reist.
Ætlanin var allatíð at pengarnir skuldu koma úr nærumhvørvinum. 1,6 milliónir blivu samlaðar, og hetta tók 3 ár.
– Fleiri spurdu, hví vit ikki fóru til stórar útlendskar grunnar, men tað eydnaðist at fáa pengar úr nærumhvørvinum, og tað eru vit stoltar av.
Kommunur, einstaklingar og feløg hava stuðlað. Fleiri hava stuðlað við smærri upphæddum, og tí eru tað nógv fólk sum í felag hava fíggjað minnismerkið.
– Eitt nú hevur onkur latið mær 200 krónur og hondina. Hetta ger, at tað blívur jarðfest í fólkinum, og øll eiga tað, sigur Anne Mette Greve Clementsen.
##med3##
Minnismerkið skal hýsa øllum
Skipað var fyri Open Call, soleiðis at øll listafólk kundu senda uppskot um Minnismerkið. Guðrið Poulsen hugsaði beinanvegin, at hetta var ein uppgáva, sum hon mátti bjóða seg fram til.
– Hugskotið kom beinanvegin, tað var næstan eitt sindur ov lætt hugsaði eg, so eg brúkti eitt ár uppá at royna tað. Eg fór nógvar ymiskar leiðir, men kom so aftur til, at hatta var tað, tað kundi ikki vera nakað annað.
Minnismerkið, Karyatida, ímyndar eina súlu. Karyatida er grikskt heiti fyri súlur, myndaðar sum kvinnur, hesar súlur eru berandi eitt nú í templum í gamla grikkalandi. Súlan hjá Guðrið Poulsen er tvíbýtt, tí hon ímyndar eisini menninar sum mistu konu sína, og børnini sum mistu mammu sína.
– Hetta verkið skal ikki útihýsa helvtina av fólkinum. Ein eldri maður sum hevur mist mammu sína, skal eisini kenna seg knýttan at minnismerkinum.
Linjan sum gongur ígjøgnum súluna kann ímynda eina lívslinju. Minnismerkið er gjørt úr løgum, sum vísa til tær óteljandi lagnurnar av kvinnum, sum eru deyðar í barsilssong um allan heim.
– Vit vita ikki, hvussu nógvar kvinnur eru deyðar í barsilssong, og tí hvørva lagnurnar í tað óendaliga.
Tað hevði týdning, at minnismerkið ikki stóð á einum høgum fóti, tað skuldi koma úr jørðini, sum eitt træ.
– Træðið spyr ikki, hví tað skal vaksa, og at seta børn í verðina er líka náttúrligt, sum at træði veksur.
##med4##
Til fyrsta fundin sum áhugabólkurin hevði við Guðrið Poulsen, tók listakvinnan eina mynd av teimum trimum stigtakarunum, við ørmunum uppum høvd. Myndin bleiv tikin á staðnum, har minnismerkið skuldi standa, og vísti, hvussu stórt minnismerkið ætlandi skuldi vera, tí fyrsta uppskotið hjá Guðrið Poulsen var 2,25 metrar.
Ann Fuglø, sum var byggifrøðingur í Fuglafjarðar kommunu, ráðgav teimum at gera minnismerkið størri, soleiðis at tað tók seg betur út millum høgu fjøllini. Aftur hesaferð settu tær sær spurningin, hví ikki? Og skjótt gjørdist greitt, at hetta var tað rætta at gera.
– Minnið um mammu tína er so veldiga nógv størri enn mamma tín var í stødd, sigur Poulina Abrahamsen.
Guðrið Poulsen hevði arbeitt við minnismerkinum í nakrar mánaðir, tá avgjørt var at tað skuldi vera størri, hon fegnast um avgerðina.
– Tað var frígerandi og rætt. Tá vit fundaðust, tosaði Poulina um minnið um mammuna sum er so risastórt, og tá fleyg minnismerkið upp á 4 og síðani 5 metrar, sigur Guðrið Poulsen.
Tá minnismerkið bleiv avdúkað stóð nógv uppá spæl hjá Guðrið Poulsen, tí tá listaverk, sum eru so sjónlig vera sett í tað almenna rúmið, kunnu reaktiónirnar vera ógvusligar, tí tú kanst ikki vita, um fólk taka tað til sín.
– Tað kann vera oyðandi, man setur heilsuna uppá spæl, tí tá tú setur nakað út í tað almenna rúmið, so ert tú til dóms.
Karyatida bleiv avdúkað, 19. desember 2023, og fólk tóku væl ímóti tí.
– Ein legði eitt blómutyssi við minnismerkið, tað segði mær, at okkurt er eydnast, tí um tú følir at tú kanst leggja blómur har, so er eitt samband millum listaverkið og tann sum leggur blómurnar.
Hetta var eisini ein serligur dagur hjá Brynhild Næs Petersen, Poulinu Abrahamsen og Anne Mette Greve Klemensen.
– Tað var ein hátíðarligur og álvarsamur dagur. Tað føldist sum ein sigur og ein samansjóðing av fólki. Vit kendu sorgina og gleðina í tí stóra. Við høvdu rakt eitt minni um kvinnurnar, og tað rørir nakað, tí hetta viðkemur øllum.
Hóast dagurin tá minnismerkið var álvarsamur, hevur tað týdning, at tað er lív og gleði á staðnum har minnismerkið stendur. Miðstaðarlundin er savningarstaður í Fuglafirði, har eru konsertir, Mentanarvika, útigudstænastur, grækarismessuhald og annað, og á henda hátt minnast vit lívið sum kvinnurnar ikki fingu.
– Tað sum er so ræðuligt er, at kvinnurnar sum doyðu, eru ikki partur av lívinum sum teirra børn skuldu liva. Tí er tað týdningarmikið, at minnismerkið ikki er krógvað burtur á einum kirkjugarði, tað skal vera har sum lívið verður livað.
##med5##