Nógv hevur verið tosað, bæði í Útvarpi, Sjónvarpi og fjølmiðlunum annars, um ferðafólkavinnu, og um allar inntøku møguleikarnar, sum eru í hesu vinnu, talið av ferðafólki er nógv vaksið, bæði í Íslandi og í Grønlandi hesi seinnu árini, og meiningin er at fáa nógv fleiri ferðafólk hendavegin, ja, líka upp í 50.000 fyrst í næstu øld, og um teir brúka bara 3.000 kr. pr. høvd, høvdu teir lagt 150 milliónir eftir seg her, um árið. Pluss tað, sum reiðaríini og flogruturnar fingu burtur úr, og tað er ikki smápengar.
Og so fer man at hugsa, hví teir yvirhøvur tíma at koma hendavegin, í mjørkan, vindin og regnið, tað einasta, ið eg kann koma til er fríheitin, náttúran og reina umhvørvið sum fyri ein part liggur órørt av mannahond enn.
Norðari endi av Eysturoynni, er eitt av teimum vøkru plássunum vit eiga við teimum hægstu fjøllunum her í landinum, og bygdirnar har við fjørðin verða vitjaðar av nógvum ferðafólki á hvørjum ári.
Eg havi onkuntíð tosa eitt sindur við onkran av hesum ferðafólkum, og halda tey allar flestu, at hetta er vakrasta og reinasta stað á jørð, og fleiri ætla sær at vitja aftur. Um hesi ferðafólk vildu sæð ein steindeyðan fjørð, hvar hvørki fuglur ella fiskur kann liva í, ella nakrar demningar, nakrar kilometrar av rørveitingum, ja so kundu tey bara sitið heima í Týsklandi ella har tey nú komu frá, tí tað hava tey ivaleyst av heima.
Eg haldi tað verða heilt fantastiska ótrúligt, at ein maður skal hava eina sovorðna makt, at hann kann trýsta eitt sovorið vanvittugt prosjekt ígjøgnum, ið fer at fáa so stórar og álvarsligar avleiðingar fyri umhvørvið og fólkið ið har býr, í allar ævir fram.
Hvør hevur givið honum rætt til alt hettar, hvør eigur fjørðin og allar áirnar, sum eru har frá Skaparans hond, ongin hevur loyvi at spæla Várharra upp á hendan mátan.
Vit ganga her á Guds grønu jørð í umleið 75 ár og tað er okkara plikt og skylda at lata tað frá okkum, sum vit fingu tað frá okkara foredrum, so gott vit nú uppá nakran máta kunna.
Vit máttu átt onkrar politikarar her í landinum, sum vóru so mikið frægir, at teir fingu eyguni upp fyri hesu dáragerð, sum er við at fara fram í løtuni, og kundi steðga hesi umhvørvis vanlukku, tí at tað sigur seg sjálvt, kemur ov lítið fekst vatn í fjørðin, verður galin endi.
Tað nýtist man ikki at vera biolog, revisor ella merkonom fyri at rokna út, tað kann hvør óviti rokna seg fram til. Tað eru nógv dømi um tað allastaðni runt um í verðini, skulu vit altíð dumma okkum, av somu feilum, sum hinir, kundu vit ikki lært av teimum fyri einaferð skyld, og útnytta náttúruna uppá ein meira skynsaman hátt.
Nú vita vit, at oljan er ikki framtíðar drívmegin til at framleiga el-orku við, og vit mugu royna, so vítt møguligt at gerast sjálvforsýnandi á øllum økjum, har vit kunnu, men tað skal tó vera máti við atlíkavæl, tí at møguleikarnir eru nógvir. Vind hava vit í hvussu er nógv av, og tað verður brúkt alla aðrastaðni, so mátti tað eisini kunna tað her.
Streymurin er harður rundan um okkum, og sá eg í eini sending hjá BBC nýliga, at teir brúktu nakrar flótandi turbinur - bara ein møguleiki aftrat. Og skal SEV absolut brúka vatnið, sum rennur oman í Funningsfjørð, kundu teir sett turbinurnar við Funningsfjørð, so at vatnið kom í hann kortini, so hevði í hvørtfall verið eitt sindur meira meining við tí heila.
Og so er tað tann stóri spurningurin, sum nógv fólk spyrja seg sjálvan um her í landinum, hvat í allari víðu verð er funktiónin hjá Friðingar- og Yvirfriðingarnevndini, hvat fáa hesi góðu fólk løn fyri, ið starvast har, er tað ikki júst sovorðnar katastrofur teir eiga at forða fyri, millum annað.
Eru teir iki menn fyri at steðga hasum ørskapinum hjá SEV? ella tora teir ikki? Sum er í løtuni, vóru vit líka væl stillaði uttan nakrar friðingarnevndir, so spardu vit í hvørtfall hasar krónurnar, tær kosta, og tað er neyvan smápengar.
Í Havnini hava menn stórar ætlanir um at opna Havnará aftur, sum allarhelst er eitt prosjekt, uppá nakrar milliónir krónir. Eg skal ikki koma so nógv inn á ta ætlanina, men hettar er bara eitt gott dømi, hvat áir hava at týða fyri menniskju. Tey allarflestu tilkomnu fólk hava tey bestu barnaminni , har tey spældu í ánni dagin langan, at fanga síl, tippa hylar, sigla á flakum, os.v.
Og so spyrja vit bara, hvar gongur leiðin? Hvat endar alt hetta við? Hví fara tit so við okkum? Unna tit ikki eftirkomarum tykkara tað somu gleði av øllum hesum ríkidømi, sum tit fingu í vøggugávu? Hava vit ella áir okkara nakrantíð gjørt tykkum nakað ilt? Hví skal alt hetta, sum hevur so nógv at týða fyri okkum oyðileggjast?
Tí at ongin er áhugaður at liva eftir í einari ruin, hví kunnu tit ikki skilja tað, er tað veruliga so ringt at skilja tað.
Vælsignaðir politikkarar, Friðingar- og Yvirfriðingarnevndir, hettar verður størsta vanlukka, við teimum størstu og óhugnaligastu avleiðingunum, sum nakrantíð er farin fram í Føroya søgu, og tit eru teir einastu ið kunnu gera nakað fyri at steðga hesum nú, áðrenn alt er ov seint.
Hugsa um tað, hetta er ikki eitt heilt lítið ansvar at hava á sínum herðum, eg vildi í hvørtfall ikki havt tað.
Ein, sum virðir
náttúruna
P. S. Tað hevur altíð ligið í føroyingum at verið lagaligir, og funnið seg í næstan øllum, men einaferð nær man markið, og haldi eg, og nógv við mær, at SEV er farið langt út um mark hesuferð.