Serliga nú á hásumri hava lummatjóvar gjørt seg út at ræna og stjala frá góðvardum summargestum - og tað eru býir, sum eru serliga plágaður av professionellum lummatjóvum, sum tað er ringt at vara seg fyri. Danska blaðið, BT, skrivar frá Newspaq, at tað eru serliga pengamappur, smúkkur, fartelefonir, sum lummatjóvarnir leggja seg eftir.
Men í Danmark eru eisini dømi um, at lummatjóvar hava stolið visakort og hava brúkt upp í 60.000 krónur av tí, áðrenn tað verður stongt.
Og lummatjóvarnir eru ómetaliga fittir í hondunum og tað skal ikki meir enn óansni í eitt serkund, so kunnu lummarnir vera tømdir.
Lummatjóvarnir eru mangan professionellir, sum ferðast um alt Evropa at ræna frá frá óansnum ferðafólki.
Tølini, sum Newspaq hevur fingið frá donskum trygingarfeløgum, vísir, at nú á hásumr verða eini 30%-50% fleiri lummatjóvar meldaðir enn um veturin. Tað er tí, at um summarið er nógv fólk úti og tað er ikki altíð, at tey ansa so væl eftir og tað gera lummatjóvarnir sær dælt av so tað munar.
Tað er mangan mitt á gøtuni, at lummatjóvarnir stjala frá fólki, men serliga ansin skal mann vera á jarnbreytarstøðum, í tokum og bussum og aðrastaðn, at nógv fólk er og har tey ofta trokast.
Tey góðu ráðini eru at halda taskuna fast inn at sær og ikki at ganga við mappuni, myndatólinum ella telefonini í lummanum.
Hinvegin eru tað býir, sum eru serliga plágaðir av lummatjóvum. Nakrir býir, sum eru tiltiknir í so máta eru Prag, Madrid, Rom, Athen, Amsterdam, Firenze og ikki um at tala Barcelona.