Í dag, 9. juni, er eitt ár síðani, at Varðin Pelagic á Tvøroyri brann. Tað var fyrrapart, at eldur kyknaði í virkinum og innan stutta tíð varð skúlin á Tvøroyri evakueraður, eins og fólk vórðu biðin um at fara frá staðnum. Eldurin vaks í vavið og út á seinnapartin bleiv alt innan 1 kilometur frá virkinum sperrað, meðan sløkkisliðsfólk bardust við at basa eldin.
Bæði verjuskipini spulaðu við fullari orku á virkið í meira enn eitt døgn, meðan brandbilar vórðu boðsendir úr Havn fyri at fara til suðriar at hjálpa til. Tey fólkini, sum búðu tættast við Varða Pelagic, sluppu ikki til hús fyrr enn dagin eftir eldsbrunan.
Síðani er virkið reist aftur. Varðin Pelagic hevur lagt eitt video á Facebook av staðnum og útviklingini hetta seinasta árið. Tað brotið kanst tú síggja við at trýsta her
Trýst á pílin fyri at síggja eitt av videobrotunum, sum in.fo legði út á síðuna hendan dagin fyri einum ári síðani. Tú kanst eisni trýsta her fyri at síggja myndir frá degnum í fjør.