Blái Krossur hevur nú sent bræv út til allar teir nývaldu løgtingslimirnar. Her kemur felagsskapurin við fleiri uppskotum um, hvussu ein rúspolitikkur kann orðast og fremjast í verki.
Undan valinum skipaði Blái Krossur fyri pallborðsfundi við umboðum úr øllum flokkunum. Her var full semja um, at rúspolitikkur skuldi raðfestast í eini komandi samgongu. Fyri at minna teir á hetta er eitt bræv nú sent út til teirra.
Av tí at Blái Krossur hevur drúgvar royndir og vitan á økinum, vilja vit fegin vera við til at geva okkara íkast til, hvussu ein rúspolitikkur kann orðast, sigur Hjalmar Hansen (myndin), aðalskrivari hjá Bláa Krossi.
Í brævinum til løgtingslimirnar verður skotið upp, at eitt mál verður sett um at miðalnýtslan av reinum rúsdrekka hjá hvørjum føroyingi - 15 ár ella eldri - skal í 2015 verða minni enn 6 litrar.
Í brævinum verða nevnd ymisk átøk, ið kunnu setast í verk fyri at náa hesum máli. Hesi innibera millum annað styrkjan av verandi viðgerðartilboðum, betur fígging til fyribyrgjandi arbeiði, fleiri rúsfrí tilboð til ung, útnevning av 2013 til rúsfrítt ár, príshækking av rúsdrekka-vørum og endurnýggjan av skipanini við skeinkiloyvum.