Korona er farið rættiliga illa við Atlantsflogi. Og nú eru eisini tøl sett á, hvussu stór afturgongdin hevur verið.
Atlantsflog hevur havt aðalfund, og har var úrslitið, at felagið hevði 104,6 milliónir í halli í fjør eftir skatt, og í 2019 hevði felagið 7,8 milliónir krónur í avlopi. Í desember fekk Atlantsflog annars 100 milliónir krónur í stuðuli frá landinum fyri at hóra undan.
Í fjør flugu 149.000 ferðafólk við Atlantsflogi og tað eru heili 189.000 ferðafólk, ella 56 prosent færri enn í 2019. Í fjør vórðu inntøkurnar 289, 6 milliónir og tað er ikki meiri enn helvtin av inntøkunum í 2019.
Samstundis flugu flogførini 4.336 tímar í fjør og tað eru 51 prosen minni enn í 2019. Tyrluflúgvingin lækkaði 20 prosent, ella úr 906 tímum í 2019, niður í 725 tímar í fjør. Í fjør varð tyrlan boðsend 47 ferðir til leiting, bjarging, og innanlendis sjúkraflutning. Í miðal var tyrlan á flogi eftir 9,3 minuttir, og einki útkall varð avlýst í fjør.
– Tá ið koronufarsóttin rakti á vári í fjør, tók Atlantsflog beinanvegin neyðug stig fyri at minka rakstrarútreiðslurnar. Flest øll starvsfólk vórðu send í serskipanina hjá ALS, og tíverri var neyðugt at siga umleið 100 fólkum úr starvi, siga tey í eini fráboðan frá aðalfundinum.
Atlantsflog skerjir eisini flotan. Airbus A319 flogfarið fór úr Føroyum í gjár tí hesi næstu árini er tað leigað felagnum, Lattitude HUB SA, á kanarisku oyggjunum. Frameftir fer Atlantsflog at hava trý Airbus A320 flogfør og tvær AW139 tyrlur. Tvey av flogførunum er av slagnum Airbus A320neo, ið eru tey mest orkusparandi av sínum slag.
Tey bæði nýggju Airbus 320neo flogførini, sum skuldu koma í flotan í 2023/24, eru útsett til 2027/28, tá núverandi Airbus 320neo flogførini ætlandi verða latin útleigaranum aftur.
Hinvegin kunnu tey fegnast um, at nýggja Hotellið hjá Atlantsflogi, Hilton Garden Inn, hevur gingið væl, tí lutfalsliga nógv fólk í Føroyum hava vitjað hotellið hesa tíðina, tað hevur verið at kalla ómøguligt at ferðast uttanlands. Talan er bæði um gistingar, matstovuvitjanir og fundar- og veitsluvirksemi.
Samstundis vænta tey, at nú fer flúgvingin so spakuliga í gongd aftur, men tey vænta eisini hall í ár, hóast tað verðurlægri enn í fjør.
Ruturnar til Reykjavík, Edinburgh og Aalborg fara í gongd aftur í næstum, umframt at flogið verður til Keypmannahavnar, Billund og Noregs. Flúgvingin til Gran Canaria byrjar í desember, sigur Atlantsflog.
Tey siga, at føroyska flogfelagið er væl fyri at taka virksemið uppaftur eftir heimsfarsóttina, men neyðugt verður við størri smidleika og bøttum kappingarføri fyri at standa seg í kappingini, siga tey.
Í hesum sambandi kann nevnast, at Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur ætlað um at fáa Atlantsflog undir eina líknandi skipan sum Fas, við tí endamáli at endurrinda Atlantsflogi 35 prosent av lønarútreiðslunum fyri at bøta um kappingarførið. Men higartil hevur undirtøka ikki verið fyri hesum.
Niels Mortensen heldur fram sum nevndarformaður og Kaj Johannessen sum næstformaður. Nývald í nevndini er Annika Larsen Black, ið kom í nevndina í staðin fyri Gunn Ellefsen. Hini nevndarlimirnir eru Esther Dahl, Andrass Weihe og Jens Eystein í Løðu.