Eitt rungandi "NON"

Um alt Vesturevropa fegnast politiskir leiðarar um úrslitið av franska forsetavalinum sunnudagin

At sitandi franski forsetin, Jacques Chirac, fekk meiri enn 82 prosent av atkvøðunum á seinna valumfarinum sunnudagin sigur ikki so nógv um, hvønn stuðul hann veruliga hevur millum franska fólkið. Úrslitið var heldur ein staðfesting av, at franska fólkið vil ikki vita av teimum víðgongdu sjónarmiðunum hjá mótvalevni hansara, Jean-Marie Le Pen.
Undan valumfarinum sunnudagin spáddu summar veljarakanningar, at Le Pen kundi fáa eini 25 prosent av atkvøðunum, og sjálvur setti hann alt upp á spæl, tá hann segði, at hann fór at meta tað sum ein ósigur, fekk hann minni enn 30 prosent. Tað var tí ikki so løgið, at hýrurin á Le Pen og viðhaldsfólki hansara var í botni, tá tað vísti seg, at hann bert hevði fingið góð 17 prosent ella lítið meiri, enn hann fekk í fyrra valumfarinum.
Franskir fjølmiðlar vóru í gjár á einum máli um, at Le Pen og flokkur hansara Front National høvdu fingið eitt rungandi "NON" frá fronsku veljarunum.
Fegnast um úrslitið
Politiskir leiðarar uttan fyri Frakland vóru skjótir at ynskja Jacques Chirac tillukku við sigrinum og afturvalinum, men allir sum ein løgdu teir dent á, at úrslitið samstundis var eitt nei til tey víðgongdu sjónarmiðini hjá Le Pen.
Amerikanski uttanríkisráðharrin, Colin Powell, var millum teir fyrstu at gera viðmerkingar til franska valúrslitið. Powell segði seg fegnast um, at fronsku veljararnir høvdu víst sjónarmiðunum hjá Le Pen frá sær. Tað sama gjørdi bretski forsætisráðharrin, Tony Blair.
- Úrslitið er ein sigur fyri demokratiið og ein ósigur fyri tann víðgongda og stoytandi politikkin, sum Le Pen umboðar. Eg gleði meg til at samstarva við Chirac og at víðka tað samstarv, sum vit longu hava, segði Tony Blair.
Týski samveldiskanslarin, Gerhard Schrøder, var eisini fegin um úrslitið í Fraklandi.
- Franska fólkið hevur uttan himpr víst tí víðgongda frá sær, segði Schrøder.