Eitt sindur bíligari at keypa og at byggja hús og jørð

Nú er stundin komin til at vanligi løntakarin merkir nakað til lyftini, sigur Jørgen Niclasen

Nú fer tað at verða eitt sindur bíligari at keypa og at byggja hús og jørð Tað er í hvussu so er endamálið við einum uppskoti, Jørgen Niclasen fer at leggja fyri Løgtingið.

Ætlanin er nevniliga at lækka gjaldið fyri at tinglýsa eina ogn, niður í helvt av tí, tað er nú. Landsstýrismaðurin sigur, at endamálið er at hjálpa teimum, sum skulu seta føtur undir egið borð, og at hjálpa vinnuni.

– Her verður ikki bara hugsað um tær stóru og sterku fyritøkurnar, men um allar fyritøkur. Vit hava nógvar smærri fyritøkur, sum stríðast fyri at fáa endarnar at røkka saman, sigur hann.

– Vit vilja hava eitt býskapandi og framtakshugað vinnulív, men tey nógvu avgjøldini eru eitt haft um beinini, bæði hjá vinnulívinum og privatfólki, sigur Jørgen Niclasen.

Undanfarna samgongan hækkaði gjaldið fyri at tinglýsa eina ogn úr 0,5 prosentum, upp í eitt prosent av virðinum á ognini, sum skal tinglýsast, men nú verður tað so lækkað niður aftur á tað upprunaliga 0,5 prosentið.

Tað er ikki óvanligt, at sethús í dag kosta einar tríggjar milliónir. Tað eru ofta ungar barnafamiljur, sum byggja, ella keypa hús og íbúðir og nú skulu tær rinda 30.000 krónur fyri at tinglesa húsini, ella íbúðina Men nú gjaldið verður minkað 50 prosent, spara tey sostatt 15.000, sigur Jørgen Niclasen

krónur.

Hann vísir á, at umframt at hækka gjaldið fyri tinglýsing, hækkaði gjaldið til Heilsutrygd, Samhaldsfasta, barsilsskipanina og Kringvarpsgjaldið. Somuleiðis hækkaði avgjaldið á diesel og bensin og tað gjørdi vegskatturin eisini. Somuleiðis vórðu fleiri gjøld løgd á vinnuna.

– Vanligi løntakarin merkir ongan mun, um fiskivinnan nú rindar hundraðtals milliónirnar meira, sigur Jørgen Niclasen. Og hann heldur, at nú er stundin komin til at »løntakarin merkir nakað til lyftini um, at ríkidømið skal út í hvønn krók í landinum«, sum hann tekur til.

– Tíðirnar eru sera góðar og tað skal skattgjaldarin merkja á sínum egna kroppi, sigur hann.