Ein sum ikki var so fegin eftir fólkatingsvalið var annað valevnið hjá Hinum Stuttliga Uttanflokkalistanum.
Við valið fekk Rúni Ellingsgaard einans 9 atkvøður. Tað var ikki so mikið, men nú fínteljingin av atkvøðunum hevur verið, man tað kennast eitt sindur stuttligari hjá honum.
Við hesa teljing fekk hann ikki færri enn 11 atkvøður aftrat, og endaði sostatt uppi á 20. Her varð talan um meiri enn eina tvífalding av atkvøðunum. Hetta var kortini ikki nóg mikið til at hann varð valdur!
-Tað var tó ein øgilig framgongd, sum eg knappliga fekk. Eg segði annars við tey á Posthúsinum, at um tey vildu sleppa av við meg, so skuldu tey bara velja meg. Tað hava tey so ikki gjørt, so tí haldi eg fram har.
-Annars so taki eg hetta sum eina álitisváttan, tí so fá arkvøddu fyri mær ...! Tað gjørdi løgmaður so í øllum førum, og tí sigi eg bara tað sama sum hann, sigur ein fegin Rúni Ellingsgaard í stuttari viðmerking við Sosialin, nú úrslitið av fínteljingini er greitt.
Annars misti fyrstvaldi fólkatingsmaður, Annfinn Kallsberg seks atkvøður. Og nú eru bert 17 atkvøður millum tvey av høvuðsvalevnunum hjá javnaðarflokkinum, Helenu og John.
Hamari og sigli
Allan týsdagin sótu fólk á Hotel Hafnia fyri at fíntelja atkvøðurnar frá fólkatingsvalinum. Tá tað leið móti kl. 23 var arbeiðið liðugt.
Úrslitið vísti ikki tey stóru útsvingini í mun til sjálvt valið. Onkutíð hevur tó verið rættiliga tætt ímillum valevnini, og tá hevur við spenningi verið bíðað eftir fínteljingini.
Hesaferð var tó eingin ivi um, hvør varð valdur. Annfinn Kallsberg misti seks atkvøður og fekk íalt 3.270 atkvøður, meðan Høgni Hoydal misti eina og kom niður á 2.798 atkvøður. Johan í Kollafirði misti átta atkvøður, meðan Edmund Joensen og Kaj Leo Johannesen fingu ávikavist tríggjar og fýra atkvøður aftrat.
Fyri flokkarnar varð tó talan um smávegis broytingar. Fínteljingin gav soleiðis fólkaflokkinum 5.967, sambandsflokkinum 5.333, javnaðarflokkinum 5.518, sjálvstýrisflokkinum 585, tjóðveldisflokkinum 6.301, miðflokkinum 829, Johan í Kollafirði 289 og Rúna Ellingsgaard 20 atkvøður.
Valrætt høvdu 34.166 fólk. Av hesum brúktu 24.842 henda rættin, og svarar hetta til 72,71 % av veljarum.
Annars vóru nógvar vanligar atkvøður og eisini fleiri brævatkvøður, ið ikki vórðu góðkendar á valinum. Íalt vórðu 94 atkvøður dømdar ógyldigar, tí tær t.d. vóru blankar ella tí frámerki varð sett á.
Sjónvarpið vísti valkvøldið dømi um nakrar av ógyldigu atkvøðunum. Onkur vinstrasinnaður hevur helst verið teirra millum teir veljararnar, sum saknaði okkurt líkasinnað valevni. Tí á eina atkvøðuseðlinum hevði onkur teknað hamara og sigli.
Atkvøðutal hjá nøkrum valevnum
Endaligt úrslit Fólkatingsvalið
Anfinn Kallsberg 3.270 3.276
Høgni Hoydal 2.798 2.799
Edmund Joensen 1.313 1.310
Jóannes Eidesgaard 1.183 1.183
Kaj Leo Johannesen 1.133 1.129
Helena D. á Neystabø 1.119 1.119
John Johannesen 1.102 1.100
Tobbi Jacobsen 1.080 1.081
Óli Breckman 998 995