Eitt sindur um pensjónirnar

Hesar myndir vísa munin á Samhaldsfasta, sum Javnaðarflokkurin er fortalari fyri, og fólkatryggingina, sum samgongan hevur ætlanir um.

Í fyrra døminum rinda lønmóttakarar og arbeiðsgevarar somu prosentupphædd í grunnin, har øll fáa líka nógv útgoldið til aldurdómin. Í seinna døminum sparir hin einstaki inn á eina konto til sín sjálvs og fær somu upphædd útgoldna + rentur o. l. í seinna endanum. Tey, sum ikki hava havt møguleika fyri at spara upp til aldurdómin fáa pensjón frá landinum.

Í dømunum er støðið tikið í einum lønmóttakara, sum forvinnur 13.000,- kr. um mánaðin.

Í ætlanum landsstýrisins forvinnur arbeiðsgevarin 50.000,- kr. um mánaðin.