Teitis-festivalur
Vikuskiftið 21.-22. august var eitt slóðbrótandi vikuskiftið. Í øllum førum fyri tey menningartarnaðu í Føroyum, sum fyri fyrstu ferð í søguni kundu fara á sín egna festival. Festivalar fyri menningartarnað eru vanligir í øllum londunum í Evropa, men á hesum økinum hava vit higartil verið eftirbátur. Tað er nú broytt.
? Vit hildu absolut, at tað manglaði ein festivalur til tey mennigartarnaðu í Føroyum. Tey skulu sleppa at hava tað stuttligt saman og vísa, at tey eisini duga ymiskt handverk, greiðir Jóhan á Plógv, fyrireikari frá.
Tiltøkini vóru nógv. Har vóru tónleikaframførslur við føroyskum og útlendskum bólkum, málningaframsýningar og málningasøla, karusell, hoppiborg og verkstaðið Vón var eisini og sýndi fram ymiskt, sum tey gera.
Betri næstuferð
? Vit vóru sera óheppin við veðrinum, tí leygardagurin var keðiligur, við nógvum grovum ælum. Tað oyðilegði eitt sindur, tí nógv fólk fór heim, og kom so ikki aftur, sigur Jóhan á Plógv.
Hann sigur, at tað ikki komu so nógv fólk, sum hann hevði væntað. Kanska orsakað av veðrinum, kanska tí tiltakið var ov illa lýst.
? Eftirsum hetta var fyrstu ferð, at vit hava skipað fyri einum tílíkum festivali, eru longu nú nógv ting, ið vit halda okkum kunna bøta um til komandi festival. Til dømis tað, at søkja eftir stuðlum í góðari tíð. Vit vóru nakað sein at søkja í ár, og tað hevði við sær, at vit ikki fingu nakað serligt. Tískil vóru ikki pengar til stórar lýsingarherferðir, greiðir Jóhan frá. Vantandi stuðulin minkaði eisini um undirhaldið á festivalinum.
? Eg hevði sett meg í samband við nakrar danskar gyklarar, sum vóru áhugaðir í at koma higar. Men av tí, at vit vóru so sein at søkja um stuðul, og tað altíð gongur long tíð áðrenn svarið kemur, dróg tað ov leingi út. Tey vórðu noydd at siga ja til okkurt tiltak í Danmark í staðin, tí hetta gjørdist ov óvist, sigur Jóhan.
Hann heldur fram, at tá tey fóru undir fyrireikingarnar av Teitis festivalinum, vistu tey ikki av, at Summar festivalurin í Klaksvík skuldi vera vikuskiftið frammanundan. Hann sigur, at høvdu tey vita tað, so høvdu tey allarhelst lagt teitis okkurt annað vikuskiftið.
? Orsøkin til, at tað ikki vóru so nógv fólk, kann jú eisini vera, at fólk eru troytt av at ganga á festivalar. Nógv fólk var í Klaksvík, og tað hevur kanska verið nakað nógv at koma til Havnar á festival vikuskiftið eftir eisini, sigur Jóhan. -? Tí hava vit avgjørt, at flyta teitis festivalin komandi ár. Hann skal ikki liggja beint eftir Summar festivalin, staðfestir hann.
Komandi ár ætla fyrireikararnir eisini, at teitis bert skal vara í ein dag, ístaðin fyri tveir.
? Tað vísti seg, at tað vóru fleiri fólk leygardagin enn sunnudagin. Tey flestu vóru leygardagin, og tey hava ikki tímað at komið aftur dagin eftir. So komandi ár ætla vit bert at hava ein dag, sigur Jóhan.
Ov fá tilboð
Jóhan á Plógv heldur, at tað sum heild eru ov fá tilboð til tey menningartarnaðu í Føroyum.
? Vit "normalu" hava so óendaliga nógvar møguleikar. Tað hava tey ikki. Hugsað vit um, at roynt nú verður at integrera tey í samfelagið, við at geva teimum íbúðir o.a., so haldi eg ikki, at tað eru nóg mikið av sosialum tilboðum til teirra. Tey gerast lætt einsamøll, tá tey búgva fyri seg sjálvi. Teitis var so ein roynd at bøta um tað. Her kundu tey møtast í dansi og í einum listarligum tiltaki og hugna sær saman, sigur hann.
Hann sigur, at Ælabogin, M'as Blues Band, eitt íslendskt orkestur nevnt Blikandi stjørnur og eitt danskt orkestur nevnt Øl, Popcorn og pølser spældu á Teitis.
-? Vit funnu útlendsku orkestrini á netinum, og vit ætla okkum serliga at hava kontakt við tað íslendska orkestrið, tí tað kundi verið sera stuttligt at sent føroysk orkestur við menningartarnaðum til Íslands at spæla. Tey sleppa ikki til Danmarkar, tí har er kravið, at tey menningartarnaðu spæla sjálvi. Tað gera tey ikki í Føroyum, og tí satsa vit uppá Ísland, greiðir Jóhan frá. ? Eg trúgvi, at tað hevði verið eitt alletiders upplivilsi hjá t.d. Emmu. Hon hevði livað uppá tað í fleiri ár. Men hetta eru alt fjarar ætlanir, sigur hann.
Stór gleði
Jóhan sigur, at tey menningartarnaðu øll vóru sera glað fyri Teitis festivalin.
? Tey eru so óalmindiliga løtt at gleða. Tey eru veruliga takksom fyri øll tílík tiltøk. So nú fara vit undir at skipa komandi festival. Hesuferð hava vit eitt heilt ár, og nú hava vit eisini gjørt okkum nakrar royndir. Tað er eitt stórt arbeiði og tað fer at taka tíð, áðrenn hetta verður ein integreraður festivalur. Men tað er í øllum førum ætlanin, at hetta skal vera eitt afturvendandi tiltak, sigur Jóhan á Plógv at enda.