Eitt stig á muni eftir stórsigrar

KÍF og Neistin hølvaðu VÍF og StÍF av. Nú er bert eitt stig ímillum teir fýra hálvfinalubiðlarnar. Tríggir dystir eru eftir at leika

Eitt stig skilir tey fýra liðini, ið stríðast um tey trý hálvfinaluplássini afturat H71 í Okkaradeildini.

Tað er greitt eftir at KÍF vann 23-18 á VÍF í Vestmanna, samstundis sum Neistin vann 35-27 á StÍF í Havn.

Úrslitini merktu, at munurin í hálvfinalustríðnum tódnaði niður í eitt stig. Tríggir dystir eru eftir at leika.

(Samanumtøka á FM1 hoyrist á in.fo um eina løtu)

Neistin - StÍF 35-27

Neistin: Dánjal Ragnarsson 14, Julian Kragesteen 5, Kristian Dulavík 3, Rasmus Søby 3, Johannes Bjørgvin 2, Herbjørn Lava 2, Jonn Rói Torfinsson 1, Gilli Holm 1, Teitur Magnusson 1, Hanus Árason 1.

StíF: Jóannes Prestá 6, Martin Danielsen 5, Pætur Barclay 4, Mads Lindkvist 3, Pætur Johansen 3, Steinar Prestá 2, Fríði R. Djurhuus 1, Jógvan G. Joensen 1, Dávid Danielsen 1.

VÍF - KÍF 18-23

VÍF: Filip Jojic 5, Heini á Heygum 5, Hallur Arason 3, Sjúrður Olsen 1, Johan í Garðastovu 1, Julian Olsen 1, Magnus Müller 1, Hanus Christophersen.

KÍF: Rani A. Højgaard 6, Rúni Joensen 6, Nicklas Selvig 4, Andrias Nielsen 3, Jón Súni Kjærbæk 2, Atli L. Hammer 1, Hørður F. Sigþórsson 1

Støðan í Okkaradeildini:

Fýra tey fremstu eftir 18 dystir spæla seg í hálvfinalurnar

StøðanDystirVunnin málTapt málMunurStig
 H71144033277624
 NEISTIN154053634218
 VÍF154173882918
 KÍF153933613217
 STÍF15417426-917
 KYNDIL14358377-198
 TEAM KLAKSVÍK14288439-1510


 ##ms##