Jan Müller
Norska oljufelagið SAGA Petroleum hevur gjørt av at lata upp skrivstovu í Havn beint eftir mánaðarskiftið. Felagið leitar í løtuni eftir hølum í býnum.
-Vit fara so at seta fleiri fólk um stutta tíð sigur Terje Hagevang, sum stendur á odda fyri kanningunum á føroyskum øki. Hann váttar eisini, at jarðfrøðiligar kanningar teir hava gjørt í Føroyum í summar, hava givið sera áhugaverd úrslit. -Vit hava funnið øki við sedimentum, sum ikki fyrr hava verið umrødd í Føroyum sigur Bjørn Tørudbakken, sum hevur staðið á odda jarðfrøðiligu kanningunum í Føroyum í summar.
Føroyar frammaliga
Hjá Saga verður ikki dult, at felagið metir Føroyar sum eitt ómetaliga spennandi øki, sum í mangar mátar líkist tí norska landgrunninum.
-Tað er okkara ætlan og vón at vera við í leitingini við Føroyar sum operatørur. Bæði stovnsetan av skrivstovu í Føroyum og so jarðfrøðingu kanningarnar, sum vit gjørdu í Suðuroynni og í Norðoyggjum í summar, eru týðandi lið í fyrireikingunum til ta fyrstu útbjóðingarrunduna sigur Terje Hagevang. Hann vísir á, at fólkini, sum fara at arbeiða á skrivstovuni, verða bæði føroyingar og fólk hjá Saga.
Meira enn 60 virki
vísa oljuvinnu ans
Saga Petroelum heitti herfyri í føroysku bløðunum á føroyskar fyritøkur, sum kundu hugsað sær at verið við í menningini av eini føroyskari oljuvinnu og somuleiðis at verði leverandørar til eitt nú norska oljuvinnu, um at venda sær til Føroya Oljuídnað. Ætlanin er so, at Saga skal senda fólk til Føroya, sum skulu vitja øll virkini, sum eru áhugað í hesum. Virkini fáa tá at vita, hvørjum standi tey eru og og hvørjar íløgur ella broytingar tey eru noydd at gera fyri at kunna vera við sum leverandørur til eina oljuvinnu.
Nú freistin at tekna seg er úti hava ikki færri enn 60 føroyskar fyritøkur víst tilboðnum frá Saga ans. -Vit eru sera væl nøgdir fyri ikki at siga ovfarnir av tí stóru luttøkuni sigur Terje Hagevang.
Hann vísir á, at uppfylging av hesi verkætlanini verður ein av fyrstu arbeiðsuppgávunum hjá nýggju skrivstovuni hjá felagnum í Føroyum.
Væleydnaðar kanningar
Fyrr í ár vóru fleiri jarðfrøðingar frá Saga á kanningarferð í Føroyum. Endamálið var at kanna grótsløg uppi í sjálvum berginum. Her hevur tú best møguleika at lesa av fortíðina hjá Føroyum. Í dag finnast so gott sum bara seismisk data um alt tað stóra økið frá umráðinum vestan fyri Hetland til Føroya. Fyri at fáa sum mest burtur úr hesum seismisku upplýsingunum er neyðugt eisni at hava eitt sokallað ?kalibreringpunkt? á føroyska landgrunninum inni á landi - okkurt tú kanst samanbera við og halda teg til.
-Saman við tí kunnleika vit hava fingið frá økjunum vestan fyri Hetland og boringum bæði í Lopra og Vestmanna kunnu vit við úrslitinum av jarðfrøðiligu kanningunum í summar gera okkum eina fatan av, hvussu landslagið í og kring Føroyar sá út fyri 55-60 mill. árum síðani, og hvar vit skulu leita eftir reservoirsandsteini. Kanningarnar vit hava gjørt vísa, at Føroyar einaferð vóru eitt landaøki við vulkanskum virksemi, áum og skógum við stórum trøum og vøtnum við havinum í ein útsynning. Vit hava m.a. funnið restir eftir eina skóg, sum varð yvirfloymd við lava eftir eitt stórt vulkanútbrot. Við einum hita uppá 1100c hevur lavastreymurin brent øll trøini, soleiðis at vit hava funnið leivdir av sviðnum tyrirótum sigur Bjørn Tørudbakken við Sosialin. Hann var leiðari á ferðini.
Í ferðalagnum vóru fimm jarðfrøðingar frá SAGA og tveir heimskendir klintrarar, sum tóku royndir í berginum í Suðuroynni og Norðoygjum.
Tilsamans fingu tey umleið eitt hálvt tons av gróti og tilfari við sær til Noregs, og tað verður nú alt kannað. Eisini føroyski jarðfrøðingurin, Turid Madsen, sum arbeiðir hjá Saga, hevur verið við í hesum arbeiðinum og hevur gjørt eitt gott arbeiði sigur norski starvsfelagi hennara.
Hvat kunnu vit so brúka hetta til spurdu vit Terje Hagevang, sum kemur at standa á odda fyri kanningunum, tá Saga fer at bora eftir olju við Føroyar!
-Vit hava fingið staðfest at tað eru løg við sandsteini millum sedimentini, og hetta hevur alstóran týdning fyri okkum og ein avgjørd fyritreyt skal tú gera tær vónir um at finna olju her. M.a. hava teir funnið sandstein í Norðoyggjum.
-Tað var ein av teimum gomlu kolanámsarbeiðsmonnunum í Hvalba, sum segði okkum, at hann visti um sandstein, og hetta hava vit so fingið staðfest. Tað stuðlar so undir vónir okkara at finna olju á føroyskum øki sigur Terje Hagevang.