Eitt stig í part í Sørvági

Tað endaði 1-1, tá ið TB í 1. deild vitjaði í Sørvági seinnapartin. Bæði málini vórðu skorað við brotssparki.

Jens Erik Rasmussen legði heimaliðið framum í síðstu løtu í 1. hálvleiki. Jørgen Meitilberg varð hildin í brotsteiginum, og dómarin bríkslaði fyri brotssparki, sum veteranurin umsetti.

Í 2. hálvleiki royndi SÍ at leggja trýst á, men teimum eydnaðist ikki at fáa mál. Jørgen Meitilberg og Jens Erik Rasmussen høvdu góðar møguleikar, men tað næsta við var, tá ið Jens Erik, sum var einsamallur við málverjanum, sendi í tvørtræið. Tá var støðan 1-1.

TB skoraði sítt mál, tá ið tað restaðu seytjan minuttir. Einar Petersen var tryggur úr ellivu metrum, eftir at brotsspark varð dømt fyri at halda.

Talan var um friðarliga uppgerð, har nógv varð sparkað og ikki so nógv spælt, verður sagt úr Sørvági.