Eitt stig í part á Svangaskarði

Klaksvíkingar løgdu seg á odda miðskeiðis í 2. hálvleiki á Svangaskarði, men tað eydnaðist ikki KÍ at halda tørn um leiðsluna. B68 svaraði aftur, og í síðstu løtu var um reppið, at heimaliðið skoraði sigursmálið.

Heðin á Lakjuni skoraði KÍ málið, eftir at Símun Joensen hevði lagt fríspark innfyri úr vinstru, og Rodrigo hevði stýrt bóltin víðari við høvdinum.

Útjavnandi málið skoraði unglingaspælarin Jóan Símun Edmundsson. Hann stýrdi úr stuttari fjarstøðu bóltin umvegis tvørtræið og inn undir samankomingina.