Tað var í síðstu løtu, at tað í dag eydnaðist Frem at vinna eitt stig á heimavølli. Kolding vitjaði, og jydarnir løgdu seg á odda 2-0 við ivasomum brotssparki, tá ið ein tími var farin.
Minuttin eftir svaraði Frem, sum ikki var serliga sannførandi, aftur, og so varð trýst fyri at javna.
Jón Rói Jacobsen var í miðverjuni alla tíðina, og Atli Danielsen var á miðvøllinum, inntil tað restaði eitt korter.