Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður
------------
Heini í Skorini hevur av sínum eintingum útnevnt meg til at vera ársins neyðrakett 2011. Sum grundgeving fyri hesum vísir hann á, at eg í farna ári loyvdi mær at siga, at aðalstjórar í landsstýrinum eiga ikki at luttaka í mótmælistiltøkum, sum eru vend ímóti landsstýrinum.
Eg havi sjálvsagt einki ímóti at Heini finnur mær nýggj eyknevni, um hann heldur, at tað tænir føroyskari kjakmentan, men lat meg kortini greiða nærri frá míni hugsan um hetta, tí eg haldi, at evnið er rættiliga prinsippielt.
Fleiri kaskettar
Heini í Skorini hevur arbeitt nógv sum tíðindamaður. Tí gangi eg út frá, at hann veit, at tá hann skal gera eina samrøðu við ein persón, so má hann fyrst vita, hvønn leiklut hesin persónurin skal hava í innslagnum ella greinini. Fjølmiðlafólk plaga at býta teirra keldur sundur í tríggjar bólkar. Í fyrsta bólkinum eru ”serfrøðingar”, sum eru fólk, ið hava serstaka vitan um evnið ið verður viðgjørt. Teirra leiklutur er avmarkaður til bert at upplýsa um fakta. Tey skulu ikki siga, hvat tey sjálvi halda vera rætt ella skeivt í eini ósemju.
Næsti bólkurin kallast ”partar”. Her kann talan vera um fólk, ið síggja tingini frá einum ávísum sjónarhorni. Talan kann til dømis vera um politikarar, partarnar á arbeiðsmarknaðinum ella onkran annan, ið umboðar ávís sjónarmið. Leikluturin hjá hesum bólkinum er avmarkaður til at siga, hvat tey persónliga halda um málið.
Triði bólkurin eru ”eygnavitni”, ið bert skulu siga hvussu tey upplivdu støðuna. Tey eru ikki serfrøðingar á økinum, og úttala seg heldur ikki um, hvat tey halda vera rætt ella skeivt. Tey skulu bara siga, hvat tey sóu ella hoyrdu.
Bert ein kaskett í part
Tá eg hoyri ein professara úttala seg í útvarpinum, so veit eg, at hann er serfrøðingur, og tí loyvi eg mær at trúgva, at hann er óheftur, og at tað sum hann sigur er fakta, sum passar til øll sjónarmið. Men tá eg hoyri ein politikara úttala seg um sama evnið, so taki eg tað fyrivarni, at eg veit, at hann er politikari (eg sigi ikki at hann lýgur, men hann sær tingini frá sínum sjónarhorni). Hetta er alt í fínasta lagið, so leingi sum vit kunnu skilja ímillum, hvør er serfrøðingur og hvør er politikari. Tað ræður um at vita, hvønn kaskett hesi fólkini hava á høvdinum, tá tey úttala seg. Tað ber nevniliga ikki til at hava fleiri kaskettar á sama høvdi samstundis.
Fakfólk eiga at kunna úttala seg
Í kjakinum sum stóðst av mínum úttalilsi um aðalstjóran, sum luttók í einum politiskum mótmælistiltaki, hevur verið ført fram, at tað hevur stóran týdning fyri kjakmentanina, at embætisfólk, við síni stóru vitan, kunnu luttaka í almenna kjakinum. Har eri eg púra samdur. Men tað er umráðandi, at hesi embætisfólkini halda seg til sítt fak. Ein aðalstjóri, sum hevur drúgva útbúgving umframt starvsroyndir, skal kunna úttala seg sum serfrøðingur um sítt øki, men hann má ansa eftir, at hann hevur rætta kaskettin á høvdinum. Tað er sum serfrøðingur, at hann er áhugaverdur og ikki sum partur í einum politiskum stríði.
So kann onkur siga, at sum privatpersónur í síni frítíð, kann hann lata seg í ein annan kaskett. Og her haldi eg at vit koma til kjarnuna í málinum. Er ein aðalstjóri altíð aðalstjóri, ella er hann leysur av sínum óheftni aftaná arbeiðstíð? Har eri eg als ikki í iva. Í einum so høgum embæti, umboðar tú altíð títt embæti.
Talufrælsi ella lurtifrælsi?
Tað undrar meg at Heini í Skorini og onnur, sum hava luttikið í hesum kjakinum, hava víst til tað grundlógartryggjaða talufrælsi, men samtíðis siga tey, at tað hevði verið nakað heilt annað, um aðalstjórin helt røðu ella var við til at fyriskipa tiltakið. Eg skilji hetta sum, at tað er ílagið, at hann er til staðar, men ikki í lagið um hann heldur røðu. Men hvussu kann tað stuðla føroyskari kjakmenta, at fólkini við tí stóru vitanini skulu sleppa at luttaka, men tey mugu einki siga?
So hevur onkur sagt, at tað er munur á at mótmæla og at lurta eftir einum mótmælistiltaki. Tað kann gott vera, men so vil eg eisini siga, at tað var skeivt av fjølmiðlunum at siga, at nógv fólk mótmæltu í Vágsbotni handan dagin. So skuldi heldur verið sagt, at nógv fólk lurtaðu, meðan fimm fólk mótmæltu.
Nei sjálvandi mótmæltu øll. Tá lýst verður við einum fólkafundi, og lýsingarteksturin sigur: ”Latið okkum savnast og gera greitt...”, so kann tað illa tulkast øðrvísi enn, at tey sum savnast eru tey, sum vilja gera vart við sína misnøgd.
Politikarar adoptera serfrøðina
Tað er ikki altíð lætt at vera óheftur. Eitt sum vit ofta síggja í Føroyum, er at summir politikarar alla tíðina vísa til úttalilsi hjá serfrøðingum, fyri at geva sær sjálvum størri trúvirði. Og so verður eitt sindur lagt afturat orðunum hjá serfrøðingunum, soleiðis at talan verður um ein reint politiskan boðskap, sum verður hongdur um hálsin á einum óheftum serfrøðingi. Serfrøðingurin verður við hesum drigin inn í eina partapolitiska myllu.
Heini nevnir í síni grein (helst uttan at gera sær far um tað) tvey dømi um hetta. Hann skrivar um fyribrigdið ”at skjóta boðberan”, og nevnir í tí sambandi eina ráðstevnu, sum Norðuratlantsbólkurin skipaði fyri á Christiansborg fyri skjótt átta árum síðani. Hann sigur, at tá stjórin á Hagstovuni, Hermann Oskarsson, helt eina framløgu um búskaparviðurskifti í Føroyum, fór ein herferð í gongd her heima. Hon snúði seg lítið um innihaldið, men meiri um Hermann sjálvan. Eisini nevnir Heini, at Jørn Astrup Hansen, sum eisini luttók á ráðstevnuni, brúkti vendingina ”Man skyder ikke en sangfugl”, tá hann viðmerkti málið í Degi og Viku.
Illa valt dømi
Eg minnist væl hasa ráðstevnuna og tað sum hendi dagarnar aftaná. Hon er eitt klassiskt dømi um politikarar, sum vildu brúka óheftar serfrøðingar, sum ”innpakkingarpappír”, fyri at selja sín politiska boðskap.
Ráðstevnan kallaðist ”Høvdið á blokkin”. Sjúrður Skaale, sum var skrivari hjá Norðuratlantsbólkinum segði, at endamálið var bara at fáa vitan (altso óhefta upplýsing), men á heimasíðuni hjá Tjóðveldisflokkinum komu hesi orðini at standa tríggjar dagar eftir ráðstevnuna: "Politiski myndugleikin í Føroyum vaknaði við kaldan dreym, eftir at fyrilestrarhaldarar kropp á kroppi staðfestu at blokkurin er skaðiligur fyri føroyska samfelagið."
Millum annað hesi orðini fingu bæði Hermann Oskarsson og Jørn Astrup Hansen at gera vart við seg. Í samrøðu við Dag og Viku tann 7. juni segði Hermann Oskarsson: "Tað sum eg verði siteraður fyri her at hava sagt, at blokkurin er skaðiligur, havi eg ongantíð sagt."
Jørn Astrup Hansen skrivaði í Sosialinum 15. juni: "... har det forbløffet mig, at jeg efterfølgende er blevet tillagt udtalelser som Blokkstuðulin er skaðiligur. Jeg har ikke udtalt mig på denne måde."
So tá Heini sigur, at boðberararnir blivu skotnir, so vil eg heldur siga, at ”boðberararnir skutu sjálvir boðini, sum fyriskipararnir av ráðstevnuni endurgóvu teir fyri at siga”. Teir vóru misbrúktir til at geva einum politiskum boðskapi ein óheftan dám. Men Heini brúkar hesi dømini sum dømi um góða kjakmentan, sum onkur óskikkiligur royndi at oyðileggja. Eg haldi at dømini eru illa vald.
Tað er í fínasta lagið, at stjórin á Hagstovuni, sum serfrøðingur, greiðir frá um búskap. Hann skal bara ansa eftir, at boðskapurin ikki verður politiskt litaður.
Hvønn kaskett hevði serfrøðingurin?
Heini í Skorini vísir í síni blaðgrein á nøkur sum hava átalað mína viðmerking um aðalstjóran. Millum annað skrivar hann: ”Og áðurnevndi stjórnmálafrøðingur, Elin Mortensen, átalaði eisini Helga Abrahamsen í útvarpinum.”
Um tað er rætt, so hevur hon roynt at vera í fleiri kaskettum í senn. Elin Mortensen bleiv nevniliga presenterað sum stjórnmálafrøðingur, ið hevði skriva høvuðsuppgávu um leiklutin hjá føroyskum embætisfólkum (hon sat altso í útvarpsstovuni sum serfrøðingur, og ikki sum partur). Tað merkir, at hennara leiklutur var avmarkaður til at úttala seg fakliga. Men hevur hon átalað meg, so hevur hon gjørt júst sama feilin, sum eg royni at ávara embætisfólk ímóti, nevniliga at siga, hvat hon sjálv heldur um aktuella málið. Tað kann hon sjálvsagt velja at gera, men so má hon bara ikki halda, at lurtarin fær fatan av, at hon er ein óheftur serfrøðingur. Tveir kaskettar passa ikki á sama høvd samstundis.
Tann sum vil vera serfrøðingur í leiklutinum hjá føroyskum embætisfólkum má í minsta lagið kenna mun á at vera serfrøðingur og at vera partur í eini ósemju.
Eitt mark er
Mong hava úttalað seg um hetta málið, og tað tykist sum, at breið semja er um, at eitt mark eigur at vera eina ella aðrastaðni, men semja er ikki um, hvar markið gongur. Formliga hava embætisfólk sama rætt sum øll onnur at luttaka í politiskum tiltøkum, men eitt er hvat er lógligt, nakað heilt annað er, hvat er hóskandi.
Formaðurin í Tænastumannafelagnum átalaði, í samrøðu við Rás 2, mína viðmerking, men hann segði samtíðis, at tey sum sótu í nevndini í Tænastumannafelagnum høvdu tikið avgerð um, at tey luttóku ikki á mótmælistiltøkum. - Hví ?
Heini skrivar í síni grein: ”Eg taki undir við Helga Abrahamsen í, at tað finnast størv, sum hava nakrar logiskar og natúrligar avmarkingar...”
Fyri nøkrum árum síðani settu mong spurnartekin við, um tað var rætt av táverandi útvarpsstjóra at lata seg velja í nevndini í Føroya Banka. Í løtuni verður dúgliga spurt, um tað ber til at vera fiskimálaráðharri og samstundis vera svágur ein kendan vinnulívsmann.
Kári Mikkelsen, sum einaferð um vikuna er í morgunsendingini hjá Útvarpinum, sum óheftur viðmerkjari, skrivar til Sjúrð Skaale á facebook í farnu viku: ”Um tú vilt gera okkurt gott fyri títt móðurland, so arbeið av øllum alvi fyri at avtaka fólkatingsumboðanina!!” - Kann ein viðmerkjari siga tað, og framvegis kalla seg óheftan?
Jú dømini eru mong, har okkara starv ella støða kann avmarka okkara frælsi (ella frælsið avmarka valið av starvi), og tíverri eru eisini mong dømi um, at farið verður um mark. Øll eru samd um, at onkrastaðni er eitt mark, men semja er ikki um, hvar markið gongur.
Eg havi so gjørt til kennar, hvar eg haldi at markið eigur at vera, og so kunnu onnur vera samd, ella kalla tað eina neyðrakett.
Lat meg tó skoyta uppí, at eg havi havt eitt gott samstarv við aðalstjóran í Almannamálaráðnum, ta tíðina eg var partur av løgtingsins trivnaðarnevnd, og eg havi ongantíð merkt nakað til, hvar hann stóð politiskt. Og kanska var tað júst tað, sum gjørdi sítt til, at eg føldi tað sum eina provokasjón, at hann møtti upp til eitt mótmælistiltak, sum hevði til endamáls at mótmæla, at landsstýrið fór til Danmarkar at samráðast um hægri blokkstuðul. Tað átti hann ikki at gjørt. Men farið er farið, og eg vóni, at mín viðmerking hevur gjørt sítt til at kritað vøllin av.