Hans Andrias Sølvará
49 ár
Lektari í søgu
Høvundur
Fekk kjakvirðisløn frá Miðlahúsinum í 2008
Hvat leggur tú í hugtakið ‘tolsemi’?
Tolsemi er eitt hugtak, sum tað er trupult at geva eina neyva skilmarking av, tí meðan hugtakið tekur støði í tí, at fólk eiga at virða ymisleikan, so missir hugtakið sín týdning, um tað ikki eisini verður avmarkað. Í útgangsstøði haldi eg, at fólk hava rætt til at trúgva, siga og gera alt tað, sum ikki er til skaða fyri onnur menniskju. Útgangsstøðið eigur vera, at øll menniskju eru fødd við einum grundleggjandi frælsi, sum tað bert er neyðugt at avmarka, tá ella um tað kemur í stríð við frælsið hjá øðrum. Í einum demokratiskum samfelag, har tað er/u meirilutin/ar sum ræður/ráða, kann tað eisini vera neyðugt í lógini at verja minnilutar móti meirilutum, sum standa fyri teimum ráðandi samfelagsligu virðunum, sum t.d. § 226b er eitt dømi um. Eg dugi ikki at síggja nakran trupulleika í, at samkynd eins og hinskynd fáa loyvi til at skráseta seg í parlagi - tað viðkemur ongum øðrum og tað ger seg heldur ikki inn á frælsið hjá øðrum - men tað er truplari við samkyndum kirkjuvígslum, sum kunnu koma í stríð við sjónarmið hjá øðrum um hesi viðurskifti. Her liggur trupulleikin hinvegin ikki hjá teimum samkyndu, ið ynskja somu rættindi sum hinskynd, men trupulleikin liggur heldur í, at vit hava eina kirkju, sum øll noyðast at gjalda til. Høvdu vit ikki havt eina fólkakirkju, sum varð lutvíst fíggjað gjøgnum skattin, so høvdu allar samkomur sjálvar kunna avgjørt hvussu tær skipaðu síni viðurskifti hesum viðvíkjandi og fólk høvdu so valt ta samkomu, sum samsvaraði best við teirra virði. So einfalt er tað ikki, tá vit hava eina lutvíst skattafíggjaða kirkju, sum øll halda seg eiga, og sum tí við ávísum rætti verður kravd at skulu fevna um fleiri rættiliga ymisk og onkuntíð beinleiðis mótstríðandi virðir.
Tað er ikki so langt síðan, at lærarar, sum t.d. hoyrdu til brøðrasamkomuna, ikki kundu fáa fast starv í fólksaskúlanum. Her var tann ráðandi kristni siðaarvurin, sum varð vardur í lóggávuni, ikki serliga tolsamur mótvegis kristnum minnilutum. Í dag er tolsemið í Føroyum vorðið størri á hesum økinum, men tað er framvegis nakað eftir á mál til, at øll átrúnaðarlig sjónarmið hava sama rætt í føroyska samfelagnum.
Staturin eigur ikki ”hava” ein ávísan átrúnað, sum fram um aðrar átrúnaðir verður vardur í lóggávuni, men hann skal í lóggávuni verja allar borgarar, soleiðis at teir sjálvir m.a. kunnu velja sín átrúnað – ella ongan.
Hvørjir eru fyrimunirnir við einum tolsamum samfelag?
Fleiri kanningar vísa, at tolsom samfeløg klára seg best í altjóða kappingini og at tað eru samfeløg við tí størsta menniskjansliga fjølbroytninum, sum eru tey ríkastu samfeløgini í heiminum. Tað er sjálvandi trupult at siga, um framburðurin kemur við tolseminum ella tolsemið kemur við framburðinum, - helst treytað bæði fyribrigdini sínámillum hvørt annað – men tað vísir seg í øllum førum at vera so, at samfeløg við stórum tolsemi hava lættast við at draga til sín væl útbúna og skapandi arbeiðsmegi, sum er ein treyt undir búskaparliga vælvirkandi samfeløgum. Tað er eisini ofta frá samfelagsins minnilutum, at tað nýskapandi og slóðbrótandi kemur, hóast tað kann taka langa tíð at fáa tað nýggja at vinna undirtøku í einum samfelag – hugsa bara um brøðurnar, sum fyri bara hundrað árum síðan var ein marginaliseraður minniluti í Føroyum. Burtursæð frá mentanarliga og vinnuliga íblástrinum, sum fylgir við tolsemi og fjølbroytni, so haldi eg, at tað reint menniskjasliga er meira gevandi at liva í einum samfelag, har ymiskleikin verður viðurkendur.
Hvørjir eru vandarnir við einum tolsamum samfelag?
Eg dugi ikki at síggja nakrar vandar við einum tollyntum samfelag – um tolsemið altso verður skilt soleiðis, at tað verður avmarkað av frælsinum hjá øðrum. Tí tað er greitt, at eitt tolsemið, sum eisini viðurkennir ótolsemi, undirgrevur seg sjálvt. Tolsemið treytar eitt felags virðisgrundarlag, sum viðurkennir bæði einstaklingum og bólkum grundleggjandi frælsisrættindi, og tí er tað eisini eitt mark fyri tolseminum.
Hvar setir tú markið fyri tolsemi?
Sum eg nevndi í byrjanini, so er markið fyri tolseminum har, sum menniskju gera seg inn á onnur menniskju. Menniskju - einstaklingar og bólkar - eiga at hava rætt til at trúgva, siga og gera tað, sum teimum lystir, so leingi tey ikki gera seg inn á frælsið hjá øðrum. Fólk skulu hava rætt til at finnast at øllum sjónarmiðum og virðum í samfelagnum, bert tey ikki gera tað á ein tílíkan hátt, at tey eggja øðrum til at leggja hatur á einstaklingar ella bólkar. Í veruleikanum eiga vit til gagn fyri øll at eggja fólki til at finnast at okkara stovnum og virðum. Tað sum ikki drepur okkum, tað ger okkum sterkari, segði Friedrich Nietzsche.
Her tosi eg sjálvandi í myndatalu. Markið fyri tollyndinum er har, sum tað verður til tað øvugta av sær sjálvum – t.e. til ótolsemi mótvegis teimum grundleggjandi frælsisrættindunum, sum tolsemið er treytað av. Tað er í veruleikanum ikki at seta eitt mark fyri tollyndinum, men ein skilmarking av, hvat hugtakið merkir.
Hallur av Rana
27 ár
Studentsprógv í 2004
Lesur stjórnmálafrøði á Fróðskaparsetrinum
Formaður í Ung fyri Miðflokkin
Hvat leggur tú í hugtakið ‘tolsemi’?
Ein góður tanki, ið alt ov ofta verður misbrúktur sum eitt ideologiskt lætt kúgingaramboð.
Tolsemi letur seg illa definera, tí ein hvør definitión ger seg lættliga seka í at avmarka hugtakið, og minkar harvið um tolsemið í tráð við egna hugmynd. Sjálvur knýti eg hugtakið tolsemi til einans at umfata tankaverðina og talufrælsi. Fyri meg merkir tað, at allar meiningar skulu vera loyvdar og kunnu vera førdar fram, sjálvsagt við egnari ábyrgd. Tað er at góðtaka, at fólk kunna vera ósamd við eins egnu tankar og gerðir, tó uttan at hetta forðar einum sjálvum at gera tað, ið ein metir vera rætt. Tað at vera ósamdur við øðrum, og virka hareftir, um trúgv, religión, politikk og annað, kann aldrin skýrast ótolerant. Tað er fyrst, tá man forðar øðrum at bera síni sjónarmið fram, at talan er um ótolsemi. Í stuttum, tolsemi er rætturin hjá fólki at hava sínar egnu tankar og frælsi at bera teir fram.
Hvørjir eru fyrimunirnir við einum tolsamum samfelag?
Hvat er hugtakið eitt “tolsamt samfelag” annað enn eitt innantómt, útjaglað, populistiskt orð á hædd við orðið vælferðarsamfelag? Eitthvørt samfelag er uppbygt av stríðandi pørtum við egnum hugsanum um, hvat er rætt og hvat er skeivt, hvat kann góðtakast og hvat ikki kemur upp á tal. Nøkur meta, at tað at nokta nøkrum børnum lív er tekin um eitt ótalsamt samfelag, meðan onnur vilja hinvegin vera við, at tað at nokta kvinnum fullan rætt yvir egnum kroppi er ótolerant. Fleiri djóravinir meta, at grindadráp er tekin upp á ótolsemi mótvegis okkara felags verum, meðan flestu føroyingar eru ósamdir. Nøkur føra fram, at fyri at tolsemi yvirfyri øllum átrúnaðum skal fáa rúmd, má kristindómur avskaffast í fólkaskúlanum, meðan onnnur føra fram, at tílíkur retorikkur er ótolerantur mótvegis tí aldargamla grundvølli, ið okkara forferdrar hava bygt.
Hvussu skal man kunna byggja eitt tolsamt samfelag á so ymiskar hugsanir? Tað kann man ikki, tí politiskt ber tað ikki til at lóggeva tolsemi inn í eitt samfelag, tí ein hvør lóg antin minkar um frælsi ella er útilokandi fyri bólkar og einstaklingar. Men í øllum ósemjunum hómast hóast alt eitt eyðkenni, ið øll kunna taka undir við – frælsi at kunna hava allar hesar meiningar og at føra tær fram við egnari ábyrgd. Og tað er fyrimunurin, at ongin skal óttast at bera fram sannleikan, ella tað, tey meta er sannleiki.
Hvørjir eru vandarnir við einum tolsamum samfelag?
Menniskjað. Tíverri finnast tað alt ov nógv fólk, ið ongar trupulleikar hava av at lúgva og spreiða hatur, og tískil gerst styrkin við einum tollyntum samfelag, frælsi at bera tað fram, ið ein vil, eisini veikleikin. Men vit eiga ikki at óttast veruligt tolsemi, so leingi man hevur eina rættarskipan, sum riggar væl, ið bæði kann verja fólk frá ósannindum og ærumeiðingum og verja rættin hjá øllum at sleppa til orðanna.
Hvar setir tú markið fyri tolsemi?
Eg hugsi um eitt sitat hjá C.S. Lewis: »Øll siga, at fyrigeving er eitt gott hugskot, inntil tey hava okkurt at fyrigeva.« Um vit ikki megna at vísa tolsemi yvirfyri teimum tankum, ið vit ikki eru samd við, hvat er so virði í tolsemi?
Tolsemi hevur einki mark, og tað er tískil eisini eitt hugtak, sum ikki ber til at stjórna ella lóggeva eftir. At avmarka tolsemi við einum marki vildi verið í andsøgn við hugtakið sjálvt og leggur upp til eitt misbrúk av hugtakinum, tí í somu løtu man roynir at festa tolsemi til nakrar tankar, felagskapir, lóggávu, mark og so víðari, missur tað sín týdning og gerst eitt ideologiskt kúgingarhugtak hjá brúkaranum til at teppa mótpartar við.
Marx og Engell lýsa væl vandan í hesum við teimum kendu orðunum: »Í einum hvørjum tíðarskeiði eru tankarnir hjá tí ráðandi klassanum teir ráðandi tankarnir.« Tíverri tykist tað eisini at vera støðan í Føroyum í dag. Felagsskapir, flokkar og einstaklingar kappast um at tiltuska sær heitið tolsom, samstundis sum tey peika eftir teimum, ið hava øðrvísi tankar og meiningar – ofta minnilutar – og skýra tey fyri at vera ótolsom. Av sonnum ein margháttlig støða, ið einki hevur við tolsemi at gera.
Torbjørn Jacobsen
56 ár
Havnameistari í Runavík
Útbúgving sum skipsførari
Fyrrverandi landsstýrismaður og løgtingsmaður
Hvat leggur út í hugtakið ’tolsemi’?
1. Eri eitt sindur fløktur í kemi´ini. Stokkkonservativur í ávísum førum og superliberalistur í øðrum førum. Hugsjónir eru neyðugar, men at fylgja teimum slaviskt, at suspendera viti, bara fyri at fylgja einum ráki treytaleyst, tað hevur í flestu førum havt vanlukkur við sær. Eitt dømi er kommunisman. Hugsjónin í sær sjálvum er edilig, men tann politiski leikur, sum fór fram í hennara navni, eitt nú í Sovjetsamveldinum, endaði í berum menniskjasligum tramanskapi. Maktin brúkti ástøðina sum rambukk í devilsettum statsterrori ímóti sínum egnum borgarum.
Hugtakið tolsemi er eitt nógv brúkt orð í tíðini. Einsamalt sigur orðið kortini onki. Onkursvegna er fylgjan av orðinum orðini virðing, ábyrgd, fólkaræði og accept. Fyri mær tekur hugtakið tolsemi støðið í hvørjum einstakum individi. Hvørt einasta menniskja skal treytaleyst sleppa at liva soleiðis, sum tað nú einaferð er borið inn í hendan heimin og eisini samsvarandi teimum fatanum, tað tekur til sín í jarðiska lívinum. Hetta er mítt útgangsstøði eitt nú í religiøsum spurningum, og táið tað snýr seg um sexuella orientering. Sama er støðan í innflytaramálum. Hinvegin er tað sjálvandi neyðugt við einum regluverki í samfelagnum, fyri at halda skil á, soleiðis at tú ikki endar í ruðulleika har 48.000 divergerandi, tvørgangandi, hugsanir og áhugamál stoyta inn í hvørtannað dag og dagliga. Mong halda, at fólkaræði merkir tað, at ein meiriluti altíð hevur rætt at gera sum hann vil, hesum eri eg als ikki samdur við. Eitt civiliserað fólkaræði er ein samfelagsskipan, sum ásetir eitt regluverk, ið við lóg verjir rættin hjá einum minniluta. Treytaleyst. Málið um tey samkyndu er kanska meira aktuelt í Føroyum enn religiónsspurningurin, har eru vit meira homogenir enn flestu onnur lond, og orsøkin til, at eg tók undir við 266b paragraffini á tingi er sama filosofiin, at ein ítøkiligur minniluti skal vera virdur, accepteraður og vardur. Tí taki eg eisini undir við skrásettum parlagi. Hetta er reinur teknikkur, men tað er tað ikki, táið sama fyribrigdi eitt nú verður flutt inn í ta kirkjuligu sferuna. Tá flytir tú teg úr ísakøldum paragraffum inn í eina emotionella sferu, har logikkur og rationalitetur ikki eru loysunarorðini. Ein hjúnavígsla verður skipað á pappírinum, í prestagarðinum ella í býráðshúsinum. Vælsigningin í kirkjuni er bara mascara og heit luft. Mín konservativi radari heldur fast um nakrar samfelagsvarðveitandi súlur, eitt nú at kirkjan skal røkjast sum hon er, hon er ein mentanarstovnur umframt trúðarmálini, og man skal vera ómetaliga varin við at fremja broytingar í hesum høpinum. Málið, móðurmálið, er mál av sama slagi, eri stokkkonservativur í málspurninginum av somu orsøk, vit hava ikki ráð at missa tað, og tað tolir ikki umfatandi álop og broytingar. Málið er eisini ein infrastrukturur, og at taka tað burtur er tað sama sum at taka grópa vegirnar uppaftur, at fylla tunlarnar við gróti ella at leggja strandfaraskipini. Tað sama sum at slíta ravmagns- og telekáplarnar. Tað sum eg vil siga er, at vit skulu verja minnilutarnar og geva teimum tann lógliga rætt teir hava uppiborið, men samstundis mega vit ansa eftir grundvirðunum hjá tjóðini. Lívið er ein ævig balansagongd, soleiðis er tað nú bara einaferð.
Hvørjir eru fyrimunirnir við einum tolsamum samfelag?
Tað eru at kalla bara fyrimunir við einum tollyntum samfelag. Nú havi eg í arbeiðsørindum og í øðrum førum ferðast um dastið av knøttinum, og enn havi eg bara sæð fyrimunir av tolsemi. Tori at halda uppá, at vælferðarmenningin hjá einum samfelag í stóran mun er proportional við tollyndisstøðið. Hvaðan kemur vælferðarsamfelagið frá? Jú, úr heilanum á hvørjum einstøkum individi í samfelagnum. Lopini í søguni eru sjónlig, broyting kom av álvara í, táið intgelligensurin hjá arbeiðaraklassanum slapp inn í útbúgvingarstovnarnar og ikki minni táið intelligensurin hjá kvinnunum flutti frá kjøtgrýtunum út á arbeiðsmarknaðin. Treytaleyst tolsemi í trúðarmálum, sexuellari orientering og í innflytaramálum fer heilt víst at vera triðja stóra lopið, synergiin, samrakstrarmátturin, úr mongum ymsum fatanum og virki fara heilt víst at magna samfelagið. Var í New York seinasta heyst í tríggjar vikur í politiskum ørindum, og at uppliva eina bráðpannu sum Manhattan, samansetta av øllum hugsandi menniskjum, trúðarrætningum og sexuellari orientering kann næstan ikki bekrivast, - tað má upplivast.
Hvørjir eru vandarnir við einum tolsamum samfelag?
Einasti vandin eg síggi við einum tollyntum samfelag er, at eitt nú ótolsamir innflytarar kollektivt leggja trýst á tollyntu skipanina og máða støðið undan tí frælsa samfelagnum. Tað er uppgávan hjá politisku skipanini at byrgja upp fyri hesum. Nógvir av innflytarunum í grannalondum okkara koma úr londum, har hugtakið tolsemi ikki er til, teir skilja tað ikki, eru onkursvegna heilavaskaðir á allan hátt, teir hava ikki gjørt ferðina umvegis eina reformatión, tí má kravið vera, at teir "lov følge eller land fly". Ongin eigur at sleppa at gera fyrsta álopið á frælsa vælferðarsamfelagið, líkamikið um hann skilir konsistensin og substansin í tí ella ikki.
Hvat setur tú markið fyri tolsemi?
Markið fyri tollyndinum er har, sum frælsið hjá einum individi gongur út yvir frælsið hjá einum øðrum individi. Í einum komplexum samfelag kann tað vera trupult at finna hesa javnvágina, men samfelagsradarin eigur alla tíðina at halda focus á júst hesum skeringspunktinum.