Teir báðar Jóan Jakku Guttesen og Sámal Ravnsfjall kenna tey flestu frá ymsum varðum, teir hava sett sær í føroysku tónleikasøguni. Jóan Jakku m.a. frá Tinganest og egnari fløgu, og Sámal kenna vit í ymsum høpi, ikki minst frá samstarvinum við Ronnie Nielsen.
Jóan Jakku eigur sín stóra lut í uppfinningini av serstaka "vága-soundinum", sum serliga Tinganest kom við. Nakað, ið hevur merkt stóran part av nýggjara tónleikinum úr Vágoynni síðani, bæði har manning úr Tinganest hevur verið við, og har yngri kreftir hava tikið yvir.
Sámal er millum fremstu fólkatónleikarar okkara og heldur ikki hann kann heilt lúgva seg frá sínum uppruna, og hví skuldi nakar eisini funnið upp á tað?
Heitið Vágðaverk, har frítt val er millum ð og g, er væl funnið. Júst hvat teir báðir hava hugsað, er ilt hjá øðrum at vita, men at hetta er eitt vágaverk við g, tað ivast eingin í, sum lurtar, soundið er har og vágamálið, dialektin, verður ikki fjald. Og so tað, at tað í sær sjálvum at geva út eina fløgu altíð er eitt váðaverk við ð, er púra klárt. Fíggjarliga melur neyvan runt og so leggur ein eitt avrik fram til onnur at døma um, og dómur kann verða harður ella mildur, ilt at siga frammanundan.
Swinga fólkaligt
Talan er um bland av fólkatónleiki og rocki. Løgini eru javnt góð. Væl swingar í støðum. Stuttligt er, at teksturin tykist rættuliga fáa innivist. Tykist at viga nógv í samlaða verkinum. Fólkatónleiki líkt.
Og á tekstsíðuni er talan um bæði gaman og álvara. Serliga eru tað tekstirnir, sum Finnbjørn Hansen hevur skrivað, og sum Sámal hevur sett løg til, sum standa fyri tí skemtiliga. Best kendur er óivað Medistari í Karry, men eisini Trappan hjá Lenu er verd at seta seg á eina løtu og so er bert at lata seg undirhalda.
Folk/rock-eyðkennið verður undirstrikað av ymsum ljóðførum, t.d. violinini, sum eg havi frætt kom upp í leikin av tilvild, men sum avgjørt setur dám á dámliga verkið.
Vælaverk
Jú, her er talan um eitt vágaverk/ váðaverk. Líkamikið, hvussu ein so hevur hug at venda hesum.
Men samstundis er talan um eitt vælaverk.
Teir duga sítt. Hvørgin teirra er heimsins besti sangari, men hinvegin hevði fáur klárað at gjørt teimum verkið eftir. Og tað er har, ið ein skal leita. Teir báðir gera tað teir gera, tað teir duga best, og sum bert teir duga, tí eingin kann gera tað júst sum teir. Teir seta síni merki á verkið, lurtarin ivast onga løtu. Teir eru tað teir eru og ikki so so ræðuliga nógv annað, og tað er fínt!
Og væl er frágingið í hesum tvíleikinum í føroyskum tónleiki. Skal ein fara upp at flákra, so eru løtur, at fólksligar samanrenningar sum Afzelius og Wihe kom til hugs.
Eisini nøvnini, ið koma aftaná teir báðar Samál og Jóan Jakku, borga fyri góðsku. Leivur Thomsen leikar guitar, Rógvi á Rógvu trummur, Jón McBirnie Bass, Jane Clark violin, Róin Siggertsson digderydoo, og Unn Patursson og Kim Hansen syngja kór. Terji Rasmussen leikar kassaguitar og upptøkurnar eru eisini farnar fram hjá honum í Sightseeing í Keypmannahavn og í Nólsoy veturin 2001/0002.
Finnur Hansen mastraði og Annika B. Mortensen gjørdi húsan og eigur myndir, og tað eigur Anker Mortensen eisini.