Eitt valdømi – bæði góðar og ringar avleiðingar

Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur

--------------------

So hendi tað. Føroyar verða til komandi val eitt valdømi. Summi fegnast, meðan onnur óttast, men undir øllum umstøðum má staðfestast, at talan er um eina politiska broyting, ið fer at fáa umfatandi samfelagsligar avleiðingar. Talan er jú um einki minni enn eina politiska kollvelting. Teir flestu gomlu (lokalu) valdsbygnaðarnir fara í framtíðini at verða skúgvaðir til viks, og nýggir (nationalir) valdsbygnaðir byrja so spakuliga at spíra fram.

 

Men er talan um eina góða ella ringa broyting í vallógini? Ja, tað veldst sjálvandi um eygað, ið sær. Summi síggja tað sum eina vanlukku, meðan onnur hinvegin hava hildið tey sjey valdømini vera eina vanlukku.

 

Tað finnast sjálvsagt hundraðtals ymiskar avleiðingar av at broyta vallógina, og tað skal ikki dyljast fyri, at tað kennist løgið, at so fáar av hesum avleiðingum hava verið uppi at venda í almenninginum og á formliga, politiska pallinum. Málið hevur fingið alt ov grunna viðgerð, og hevði viðgerðin verið meiri umfatandi, hevði møguliga verið komið fram til aðra niðurstøðu.

 

Hvørt vallógarbroytingin er positiv ella negativ, er ein spurningur um hvøjar avleiðingar man vektar mest. Í hesi kronikk verða 12 ymiskar avleiðingar av vallógarbroytingini viðgjørdar – 6 positivar og 6 negativar.

 

Sjálvandi er tað ongantíð so, at nakað er antin eintýðugt negativt ella eintýðugt positivt – einki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt – og tað vil tí sjálvandi bera brá av hvat undirritaði heldur vera meiri ella minni problematiskt við nýggju vallógini.

 

 

Positivar avleiðingar

 

Minni vandi fyri skeivumboðan

 

Ein av fremstu orsøkunum til at kjakið um avtøku ella broyting av valdømunum ferð eftir ferð hevur stungið seg upp, er at tað í fleiri førum hevur verið prógvað, at tað ikki er samsvar millum atkvøðutal og tingsessir. Valdømini hava havt eitt fast tal av umdømisvaldum, og hevur tað serliga givið Sandoynni og seinastu árini eisini Suðuroynni ov nógvar tingsessir. Umvent hevur skipanin givið Suðurstreymi og seinastu árini eisini Norðurstreymi ov fáar tingsessir. Tilsamans hevur Føroya størsta oyggj – 46 % av øllum Føroya fólki – einans havt 10 av 27 umdømisvaldum tinglimum!

 

Umframt hetta hevur tað fleiri ferðir víst seg, at tað ikki var samsvar millum atkvøðutalið hjá flokkunum og tingmannatalið hjá flokkunum.

 

Fyrsta positiva avleiðingin av vallógarbroytingini er, at tað slepst undan skeivumboðan á tingi.

 

Hetta er tó ikki heilt eintýðugt, tí nýggja vallógin hevur ikki vrakað avlagandi d’Hondt-uppteljingarháttin og tinggáttina (sperrumarkið), so tað finst framvegis ein innbygd kelda til skeivumboðan, ið tekur frá teimum smáu flokkunum og gevur teimum stóru flokkunum.

 

 

Gerrymandering ógjørligt

 

Í kjakinum um motivini hjá Edmundi Joensen at leggja fram uppskot um broyting av vallógini, hevur eitt merkisvert fremmandorð verið uppi og vent. Orðið er Gerrymandering, og hava kritikarar hjá løgtingsformanninum hildið, at hann við sínum broytingaruppskoti hevur framt Gerrymandering. Hetta er tó púra burturvið, tí við at avtaka valdømini hevur løgtingið júst avtikið allar møguleikar fyri Gerrymandering.

 

Gerrymandering snýr seg um, at ávísir politikarar við at broyta valdømismørk kunnu veita sær sjálvum ein fyrimun við at gera skaða á uppstillingina hjá mótstøðufólkum. Hetta verður antin gjørt við at spjaða veljarabólkar hjá mótstøðufólki út á ymisk valdømi, ella við at kloyna veljarabólkar hjá mótstøðufólki inn í eitt stórt valdømi. Úrslitið vil í báðum førum vera, at mótstøðufólkini fáa verri við at fáa umboðan.

 

Við at avtaka valdømini er sjálvandi ikki longur gjørligt at fremja Gerrymandering, so í grundini hevur tingið hervið framt eina anti-Gerrymandering tillaging í vallógini.

 

Tað mest áhugaverda er tó, at veljarabólkar, ið hava verið føddir inn í “skeivt” valdømi, og harvið ikki hava kunnað valt síni yndisvalevni inn á ting, nú eru “slopnir leysir”, og sleppa at atkvøða allastaðni. Hóast valdømini ikki vórðu sett á stovn við Gerrymandering fyri eyga, so hava tey havt eina Gerrymandering-líknandi avleiðing, við at serliga smáu flokkarnir ikki hava kunnað rokkið sínum veljarum í smáu valdømunum, eins og at Sambandsflokkurin ikki hevur kunnað gjørt seg galdandi í Sandoynni og Tjóðveldi ikki hevur kunnað gjørt seg galdandi í Vágunum.

 

 

Kvinnurnar frígjørdar

 

Mest hartrópandi fortalararnir fyri einum valdømi hava verið kvinnurnar. Kvinnurnar hava ongantíð veruliga sligið til í føroyskum politikki. Tær hava klárað seg væl í Suðurstreymi og í Vestmanna, men annars hava kvinnurnar verið kloyndar inn í eina valdømaskipan, ið hevur hildið tær uttanfyri ávirkan. Líkamikið um nógvar kvinnur hava stillað upp, og at nógvar atkvøður eisini eru farnar til kvinnur, so hava hesar atkvøður verið heilt ella partvíst burturspiltar.

 

Vantandi kvinnaumboðanin hevur helst verið ógvusligasti feilurin við skipanini við 7 valdømum. Føroyar vilja gjarna samanbera seg við síni grannalond, har kvinnurnar í stóran mun taka lut í politikki, og tá ber ikki til, at kvinnurnar í stóran mun verða hildnar uttanfyri politisku skipanina, tí at nakrir lokalir, patriarkalskir bygnaðir skulu hava størri vekt.

 

 

Møguleiki fyri bygnaðarbroytingum

 

Tað hevur verið eyðkent fyri verandi valskipan, at løgtingið ikki hevur torað at tikið avgerandi avgerðir. Serliga hvat viðvíkur yvirskipaðum samfelagsmálum sum undirstøðukervinum og kommunubygnaðinum, hevur løgtingið torað illa at tikið avgerðir. At tað til dømis skulu vera lokaláhugamál, ið avgera hvar ein flogvøllur skal gerast, kann neyvan sigast at vera í lagi, tí ein flogvøllur er ein tilveruneyðug tænasta til alt samfelagið, ikki einans til eitt ávíst lokaløki, ið í løtuni fær nógv góð arbeiðspláss burturúr flogvøllinum.

 

Harumframt hevur løgtingið víst seg at vera meiri at kalla lammað, tá tað kemur til at taka avgerðir um kommunusamanleggingar. Í staðin fyri at taka eina djarva avgerð um eina yvirskipaða bygnaðarbroyting, valdi løgtingið á sinni at samtykkja eina súltukrukku við etikettuni “Lóg um sjálvboðna kommunusamanlegging”. Við einum valdømi verður tað uttan iva lættari at gjøgnumføra ta átroðkandi bygnaðarbroytingina av kommunala sektorinum.

 

 

Meiri samanhangandi hugsjónir

 

Ein trupulleiki, ið hevur gjørt seg galdandi í fleiri flokkum, er at teir ikki hava verið hugsjónarliga samanhangandi. Besta dømið er uttan iva Karsten Hansen, ið av misgávum hevði gjørt karrieru í Tjóðveldi(sflokkinum), men síðani kom til ta niðurstøðu, at hann veruliga hoyrdi heima í Miðflokkinum.

 

Eitt annað dømi er Gerhard Lognberg, ið mangan hevur fingið ákoyringar frá sínum partamonnum fyri sínar sera konservativu meiningar, ið illa hóska inn í formligu dagsskránna hjá Javnaðarflokkinum.

 

Tað hava serliga verið valdømini, ið hava tvingað flokkarnar til at góðtaka hugsjónarligar renegades sum Karsten Hansen og Gerhard Lognberg, men við einum valdømi verða flokkarnir ikki longur bundnir av góðum, lokalum úrslitum, og tí sleppa flokkarnir undan at muga góðtaka valevni, ið ikki hóska inn í flokkin. Javnaðarflokkurin hevur jú noyðst at hildið fast við Gerhard Lognberg fyri at varðveita sessin í Sandoynni, men við einum valdømi hevur Javnaðarflokkurin ei longur tørv á manninum, eins og tað ikki sær út til at hava skatt Tjóðveldi, at Karsten Hansen rýmdi – heldur tvørturímóti.

 

 

Smáu flokkarnir styrkjast

 

Sum nevnt eru avskeplandi ásetingarnar um tinggátt og d’Hondt-uppteljingarháttin framvegis at finna í vallógini. Hesar ásetingar eru við til at gera lívið súrt hjá smáum flokkum, í løtuni serliga hjá Sjálvstýrisflokkinum. Men hóast hetta er vallógarbroytingin ein fyrimunur hjá smáu flokkunum. Nú hava teir møguleika eisini at fáa atkvøður úr smáu valdømunum. Við eyka atkvøðum úr Suðuroy, Sandoy, Vágunum og Norðurstreymoy koma smáu flokkarnir væntandi at standa sterkari enn áður.

 

 

Negativar avleiðingar

 

Demokratiskt undirskot

 

Fleiri óttast, at nýggja vallógin fer at geva eitt sonevnt demokratiskt undirskot. Tað verður longri millum veljararnar og valevnini, og harumframt verður tað truplari hjá vanligum fólki at gerast valevni fyri flokkarnar, ið helst vilja hava so kend fólk sum gjørligt upp á listarnar. Tað er ikki nóg mikið at vera kendur í heimbygdini fyri at koma inn á ting. Nú verður neyðugt at hava gjørt seg galdandi í fjølmiðlunum ella sum tónleikastjørna ella ítróttarstjørna. Um man ikki er landskendur ella í minsta lagi økiskendur, er tað neyvan realistiskt, at man kann verða valdur á ting.

 

Hetta merkir tó ikki, sum summi vilja vera við, at tað einans verða Havnarfólk, ið kunnu verða vald inn á ting. Í Grønlandi er tað ein sannroynd, at næstan bara høvuðsstaðarfólk sita á tingi, men Føroyar eru hóast alt geografiskt væl samanhangandi, og kunnu í høvuðsheitum metast sum ein stórur býur. Tí verður tað neyvan munandi truplari hjá bygdarfólki enn hjá havnarfólki at koma á ting, um tey vilja. Tað er meiri ein spurningur um hvat man sum politikari vil arbeiða fyri: tey lokalu áhugamálini ella tey nationalu áhugamálini.

 

Hóast hetta kann tað væl hugsast, at flokkarnir fara at royna at seta atkvøðuneyt úr flest møguligum bygdum á listarnir, eisini hóast tað einans vera tey fægstu av hesum, ið sleppa á ting.

 

 

Miðsavnan av atkvøðum

 

Tað, ið sannlíkt fer at henda, er at løgtingið verður samansett av umleið 10 høvuðspolitikarum, ið koma at verða drívmegin í flokkunum, og umleið 20 marginalpolitikarum, ið hava verið so hepnir at sleppa inn um tinggáttina í harðari kapping við hundrað aðrar. Teir umleið 10 høvuðspolitikararnir – serliga floksformenninir – fara at sita rættiliga tryggir í sínum sessum, meðan marginalpolitikararnir koma at berjast við eina rúgvu av øðrum valevnum um at sleppa á ting.

 

Høvuðspolitikararnir fara væntandi at fáa millum triðingin og helmingin av øllum atkvøðunum. Onkrir fara væntandi at fáa eini 3.000 atkvøður, meðan aðrir fara at fáa millum 500 og 1.500 atkvøður. Restin av tinglimunum koma at liggja frá umleið 100 til 500 atkvøður.

 

At atkvøðurnar á hendan hátt verða miðsavnaðar kring ávísar tinglimir, fer sjálvandi at geva hesum tinglimum eina sera sterka støðu í sínum flokkum. Miðsavnanin av atkvøðum kemur væntandi eisini at føra við sær eina miðsavnan av valdi innanhýsis í flokkunum, eins og vit longu síggja tað henda í Tjóðveldi og Miðflokkinum.

 

 

Tað lokala hvørvir

 

Ein klárur vansi við at valdømini verða avtikin, er at tað nú ikki longur í sama mun fer at bera til at fáa lokal mál ígjøgnum á tingi. Hetta er sjálvandi bæði positivt og negativt, alt eftir við hvørjum brillum man hyggur eftir tí. Til dømis verður trupult hjá sandoyingum at fáa sín tunnil, tá flokkarnir nú ikki longur hava beinleiðis tørv á atkvøðum úr Sandoynni. Sum heild verður tað framyvir ringt at argumentera fyri lokalfunderaðum íløgum, um hesar ikki hava eitt beinleiðis tilknýti til menningini av landinum sum heild.

 

Spurningurin verður tá, um Føroyar fara at halda seg hava ráð at gera miljardaíløgur í útjaðaran, samstundis sum so nógv onnur øki eisini liggja á láni. Tað vil jú sum heild vera soleiðis, at íløgur í miðstaðin bæði eru til gagns fyri útjaðaran og miðstaðin, meðan íløgur í útjaðaran mest eru til gagns fyri útjaðaran. Út frá eini slíkari tankagongd vil tað tí geva meiri meining at gera íløgur, ið tæna øllum landinum, enn at gera íløgur, ið einans tæna pørtum av landinum.

 

Útjaðarin hevur í hvussu er ikki longur nakran trumf at spæla út, um spælið ikki gongur teimum eftir vild.

 

 

Politiski samleikin smalkast

 

Hóast tað fara at verða nógvir bygdapolitikarar, ið koma á ting, so verða tað uppaftur fleiri, ið ikki koma á ting. Tað er sannlíkt, at tá Løgtingið gerst meiri landspolitisk og minni lokalpoltiskt, fara tey lægru útbúnu at missa áhuga fyri at luttaka í politikki, meðan tað í staðin verða høgt útbúgvin, ið hava politiskar ambitiónir. Hetta kann í fyrstu syftu koma at merkja, at tey lægri útbúnu ikki kenna seg aftur í valevnunum og tískil í minni mun fara á val.

 

 

Vandi fyri populismu

 

Men við tíðini kann hinvegin hugsast, at populistiskir flokkar fara at taka sær av teimum lægri útbúnu – teimum, ið eru slept upp á fjall. Føroyar hava jú longu nú ein populistiskan flokk á høgraveinginum, Miðflokkin, ið kann fara at taka sama leiklut upp á seg sum Dansk Folkeparti hevur í Danmørk og Fremskridtspartiet hevur í Noregi.

 

Vandin er, at stórir partar av útjaðaranum førka seg burtur frá tí pragmatiska realpolitikkinum hjá stóru flokkunum, og í staðin fara at atkvøða í protest móti systeminum. Meðan valdømiskipanin helt populismuna niðri á einum lokalum støði, verður populisman við einum valdømi landsumfatandi.

 

 

Óstabilari politisk skipan

 

Edmund Joensen, løgtingsformaður, hevur sagt, at við einum valdømi fara Føroyar at fáa meiri “stabilitet” í politisku skipanina. Tað nýtist tó ikki at verða soleiðis, tí við einum valdømi missa stóru flokkarnir sítt innbygda yvirræði, ið teir søguliga hava havt úti í valdømunum. Seinastu 50 árini hava stóru flokkarnir ligið ómetaliga javnir við millum 6 og 8 tinglimum. Føroyar hava havt eina ómetaliga stabila politiska skipan, og enn ikki undir kreppuni varð hesin stabiliteturin sligin heilt út av kós. Gaman í fór Javnaðarflokkurin tað eina árið upp á 10 tinglimir og so niður aftur á 5 tinglimir, eins og Tjóðveldisflokkurin eitt skifti var niðri á 4 tinglimum. Men yvirskipað hevur fýrflokkaskipanin ongantíð verið veruliga hótt.

 

Men við einum valdømi kunnu tað koma nógv størri fluktuatiónir í politisku flokkarnar. Stóru flokkarnir koma at sveiggja nógv meiri – eins og vit síggja tað í Grønlandi. Onkur stórur flokkur kann hugsast at fara niður á 4-5 tinglimir, meðan onkur annar stórur flokkur kann hugsast at fara upp á 10-11 tinglimir.

 

Smáu flokkarnir kunnu somuleiðis við populistiskum argumentum fáa kanónval og gerast líka stórir sum onkrir av teimum stóru flokkunum. Harumframt kunnu nýstovnaðir pinkuflokkar við einum karismatiskum frontfiguri lættliga gera innrás í tingið.

 

At stabiliteturin verður størri í politisku skipanin má metast at vera sera ósannlíkt.