Eitt valdømi: til frama fyri øll

Fólk eru farin at tosa negativt um Føroyar sum eitt valdømi - enn eitt feilfokus orsakað av fíggjarviðurskiftini (hitt er blokkstuðulin) - ja enntá politikarar, sum eiga at vita betur.

Føroyar hevur verið eitt valdømi í tvey ár, og longu nú vilja nógv hava hesa skipan annuleraða. Hví tað? Eftir flestu neiligu útsagnunum at døma, er tað einfalt tí, at fólk ikki kenna rikna politikkin aftur í ynskilistanum hjá teimum fyri lokaløkið - tað síggi eg bert sum eitt pluss, tí hesir ynskilistar minna mest um órealistiskar jóla-ynskilistar hjá ovurforkelaðum børnum.
Um ætlanin er at fara aftur til gomlu valskipanina fyri at royna at garantera øllum ynskjunum hjá Føroya fólki, so mugu vit ómøguligt fara aftur til gomlu valskipanina, tí tað hava vit einfalt ikki ráð til.
Harafturat má eg siga, at ein kollveltandi valskipan má hava nakrar »barnasjúkur« tey fyrstu árini - alt annað hevði verið óvanligt og sera løgið. Henda skipan má sleppa at standa sína roynd í eini 3-4 valskeið. Nýggja valskipanin krevur jú eisini, at vit hugsa um Føroyar á ein nýggjan og nýskapandi hátt. Føroyingar hava fingið nýggj lívsvirðir, nýggj sjónarmið viðvíkjandi einum eydnu- og innihaldsríkum lívi o.s.fr. Vit kunnu ikki hugsa og handla eftir teimum fortreytum, livihættum og lívsáskoðanum, sum ráddi í Føroyum í 70’unum og 80’unum, tí tann yngri og støðugt vaksandi parturin av føroyingum hugsar og raðfestir ikki á sama hátt ella eftir somu kriterium, sum føroyingar í bestu árum í 70’unum og 80’unum. Teldu- og tøkniøldin er eisini komin til Føroya, tískil er tíðin komin til at fara frá at vera eitt u-land til at verða eitt i-land.

Einføld realisma
Eins og onnur lond mugu vit fyrihalda okkum til teir pengar vit hava, og ikki teir pengar vit ikki hava. Føroyar kunnu skipast og rekast bíligari, uttan at livistøðið í Føroyum lækkar, um vit góðtaka umstøðurnar, har vit liva - ein kann altíð flyta til ein annan stað, um persónlig/sosial ella onnur virði, raðfesting ella ynski broytast. Allar umstøður kunnu batna - eisini í miðstaðarøkinum - men lat okkum halda okkum til tað neyðuga fyrst, og samferðslumarglæti og ómaksloysi næst.
Trupulleikin er ikki, at vit eru farin til eitt valdømi, men at føroyskur politikkur framvegis er lokalpolitikkur. At vera tilvitandi um støðuna í tí økinum ein er frá, fyri soleiðis at vita hvørjar ábøtur og menningar ein kann arbeiða framímóti, er ikki tað sama sum, at lokaløkið skal hava alt, tað ynskir beinanvegin, uttan fyrilit fyri hini økini og fíggjarligu karmarnir hjá landinum.
Politikarir og fíggjarlóg minnir meg mest um børnini hjá mær, tá ið eg seti eina skál av bommi á borðið til tey - alt er uppi, áðrenn eg fái býtt tað ímillum tey. Eitt valdømi er eingin trupulleiki - tað er hjáveran av lokalpolitikki og fráveran av skynsamum fíggjarpolitikki harafturímóti.