- Næstu ferð mugu vit í Sambandsflokkinum gera nakrar fastar reglur fyri, hvussu uppstillingin skal gerast, segði Helgi Abrahamsen, floksskrivari, á landsfundi í gjárkvøldið Í skránni á landsfundi Sambandsfloksins í gjár var eitt nú framløgan hjá Helga Abrahamsen, flokskrivara, sum greiddi frá farna ári.
- Árið hevur verið merkt av, at vit hava havt bæði løgtings-og fólkatingsval. Valstríð eru altíð krevjandi.
Helgi takkaði øllum teimum, sum hava arbeitt fyri flokkin og hava stuðlað flokkinum á hesum báðum valunum.
- Hvussu valini eydnaðust, eru altíð fleiri meiningar um, men vit kunnu ikki síggja burtur frá, at vit vunnu fólkatingssessin aftur, sum vit mistu í 2005, og Sambandsflokkurin er næststørsti flokkur á tingi.
Helgi vísti á, at uppstillingin til seinasta løgtingsval var øðrvísi enn undanfarin ár, nú Føroyar eru vorðnar eitt valdømi.
- Tíðin frá tí, at lógin varð samtykt, og til vit skuldu gera brúk av henni, var ógvuliga stutt. Tí virkaði alt nokso kaotiskt.
Hann helt kortini, at hóast onkran smávegis trupulleika, spældi alt val av.
- Men næstu ferð mugu vit í Sambandsflokkinum tó gera nakrar fastar reglur fyri, hvussu uppstillingin skal gerast, legði Helgi Abrahamsen, floksskrivari, aftrat.