Eitt óvaskað fólk dálkar líka nógv sum 20 vaskað

Óvaskað fólk eru størsta dálkingarkeldan í svimjihyljum. Tað ger veruliga mun á vatngóðskuni, um fólk vaska sær væl, áðrenn tey loypa út í svimjihylin, upplýsir Umhvørvisstovan

Nøgdin av dálkandi evnum, sum kemur frá fólki sum svimja, er ikki smávegis. Talan er bæði um húð, hár, feitt, bakteriur, virus, parasittar, land, skarn, dust, klædnatrevjar, plástur, tyggigummi og annað. Við at vaska sær væl áðrenn ein fer at svimja, verður dálkingin frá tí einstaka avmarkað munandi.

Dálkingin frá fólki ger, at óhepnar kemiskar bindingar verða gjørdar, ið gera góðskuna á baðvatni verri, eins og smáverur og onnur óhumska hópast uppí baðvatninum.

Í gjár var temadagur um svimjihyljarøkt á Umhvørvisstovuni. Luttøkan var sera góð, og vóru ábyrgdarfólk frá fleiri svimjihallum í landinum hjástødd. Á temadegnum luttóku serfrøðingar frá Teknologisk Institutt, og løgdu hesir sera stóran dent á týdningin av at fáa fólk at vaska sær betri, áðrenn tey fara í svimjihyljarnar.