Eivør aftur at hoyra í BBC-sjónvarpsrøð

Tá fyrsti partur í næstu sesong av sjónvarpsrøðini The Last Kingdom fyrr í vikuni varð sendur, var tað við føroyskum íblástri.  


Tónleikaliga samstarvið frá fyrstu sesongina millum føroyska songkvinnan Eivør og skotska tónaskaldið John Lunn heldur nevniliga fram, og hava tey bæði samstarva um tónleikin til nýggju sesongina. 


Í samrøðu við Vikuskiftis-Sosialin fyrr í ár greiddi Eivør frá, at samstundis sum næsta sesong av sjónvarpsrøðini verður send, so er ætlanin at geva ein av hennara fløgum út í Onglandi.


- Í løtuni leggi eg síðstu hond á eina enska útgávu av Slør. Hon verður eftir ætlan útgivin samstundis við næstu sesong av sjónvarpsrøðuni The Last Kingdom, ið eg í samstarv við John Lunn, frá Down Town Abbey, aftur eri biðin um at gera tónleik til, segði Eivør Pálsdóttir við Vikuskiftis-Sosialin.


Sjónvarpsrøðin fylgir Uhtred of Bebbanburg, ein breti, ið er uppvaksin millum víkingarnar, men seinni í lívinum verður noyddur at velja hvørja síðu hann stuðlar í stríðnum millum eingilskmenn og víkingarnar.