Kendi danski sangarin og ? ikki minst ? sangskrivarin Sebastian, er í hesum døgum á ferð. Hann heldur sín 60 ára dag við eini konsertferð í Danmark. Og tá hann herfyri spældi í Faconer Salen í Keypmannahavn, kom Eivør honum til bjarginar.
Í øllum førum, um ein velur at halda seg til ummælaran hjá Jyllands-Posten, ið rósar sangunum hjá Sebastian, men annars slær fast, at røddin er ikki góð og at Sebastian hevur somu tungu lagnu, sum fyrimyndin, Bob Dylan, hvørs hása rødd lættliga ræðir smábørn (á nýggju jólafløguni hjá Dylan ? sambært ummælaranum).
Men Eivør var sanggestur hjá Sebastian, og hetta var vorðið sum bjarging, staðfestir jp.dk. Hon sang við miklari kenslu, og stjól so at siga myndina, tá hon m.a. sang Vårvise. Ummælarin hjá jp.dk mælir til, at samstarvið við Eivør verður longt, og at Sebastian hevur hana við á komandi útgávu, tí so er sjeyndi popphimmalin vísur!