Eivør á Divakonsert

Størsta íslendska konsertstaðið Laugardalshøllin er týsdagin 5. og mikudagin 6. desember karmur um risastóra divakonsert við fimm av bestu kvinnuligu songkvinnunum í Evropa.

Konsert

Norska Sissel Kyrkjebø, írska Patricia Barton, íslendska Ragnhildur Gisladóttir, grikska Eleftheria Arvanitaki, enska Petula Clarke og føroyska Eivør Pálsdóttir eru tær fimm evropeisku divairnar, ið fara á pall saman á stórfingna tiltakinum Frostrósa týsdagin 5. og mikudagin 6. desember í størsta íslendska konsertstaðnum Laugardalshøllini.
Sigvør Laksá umboðskona hjá Eivør sigur við Sosialin, at tær eru sera spentar uppá tiltakið, tí her er veruliga talan um nakað heilt serligt og sera stórsligið.
Ja, talan er veruliga um eitt stórsligið tiltak. 60 tónleikarar verða á pallinum, umframt tær fimm divaðirnar og tvey kór. Eitt mannfólkakór, ið verður Kallakórið Frostbræður og Dreingjakór Reykjavíkar. Harumframt verður ein manligur gestasangari Jóhann Friðgeir.
Av divaðunum er ivaleyst Petula Clarke tann mest víðagitna, hon er mest seljandi kvinniligi tónleikarin nakrantíð. Í samfull 51 hevur hon havt løg á hittlistum kring heimin frá 1954 tá The Little Shoemaker kom á UK top 20 til 2005 tá fløgan L'essentiel - 20 Succès Inoubliables kom á belgiska hittlistan.
Patricia Barton er best kend sum operasongkvinna, men hevur eisini vunnið nógva virðing fyri sínar nógvu og væleydnaðu konsertframførslur.
Í Íslandi er Raghildur Gisladóttir ein av allar best umtóktu kvinnuligu songrøddunum, og hevur eisini gjørt vart við seg sum sjónleikarkvinna. Fyri leiklutin í filminum Góða Úngfrúin og Húsið, varð hon vald besta sjónleikarkvinna í Skandinavia.
Eleftheria Arvanitaki er úr Grikkalandi og hevur síðan 1980 verið eitt av størstu nøvnum á grikska entehno sangpallinum, hetta hevur gjørt hana til eina vælumtókta songkvinnu eisini uttan fyri Grikkaland, á sonevnda heimstónleikapallinum.
Sissel Kyrkjebø man vera best umtókta norska songkvinnan gjøgnum tíðirnar, og hennara fjølbroytta tónleikayrkisleið hevur vunnið henni virðing, sum eina av allar bestu songkvinnunum í Skandinavia.
Atgongumerkjasølan byrjaði í morgun á www1.frostid.is.