Eivør enn nummar eitt

Eivør er enn nummar eitt í íslendska sølulistanum Hesa vikuna er Eivør Pálsdóttir aftur nummer eitt á sølulistanum í Íslandi. Hetta er onnur vikan, at fløgan Mannabarn er nummer eitt.

Heimmildarmaður okkara í Íslandi, Jens Guð, metir hetta vera at undrast á. Ikki tí, eins og íslendingar flestir, so hámetir hann sangfuglin Eivør, men meira er tað marknaðarføringin, ella vantandi marknaðarføringin, ið undrar. Og tað, at Eivør liggur á fyrsta plássi, hóast lítla og onga marknaðarføring.

Tað er, sum er tørvur ikki á at gera stórvegis við marknaðarføring, heldur Jens Guð.

Aðrar fløgur, ið liggja væl fyri á listanum, verða førdar fram við lýsingarherferðum, t.d. Magni, ið vann sangkapping í USA og nú er væl umtóktur í heimlandinum Íslandi.

Jens er eisini fegin um væl eydnaðu framførslurnar hjá føroysku tónleikarunum, tá føroyska sendistovan í Reykjavík lat upp í vikuni.