Eivør er eisini ársins einstaklingur

Móttøkan av fløguni Room, sum Eivør Pálsdóttir gav út fyrr í ár, hevur verið sera góð í Føroyum. Í øllum førum er Eivør kosin ársins songkvinna og ársins einstaklingur, umframt at fløga hennara Room er kosin ársins útgáva á Planet Awards í kvøld.

 

Tá hon fór á pallin á triðja sinni at taka ímóti heiðurslønini, staðfesti hon, at hetta kom sera óvart á hana.

 

- Eg havi ikki uppiborið hetta, men tað er ótrúligt at fáa so stóra undirtøku frá føroyingum. Hetta er eitt stórt herðaklapp, segði hon.

 

Eivør hevur vunnið tríggjar av teimum fýra heiðurslønunum, hon var í uppskoti til á Planet Awards í kvøld.