Eivør Pálsdóttir kann nú leggja tríggjar FMA virðislønir aftrat rúgvuni. Fólkakæra sangarinnan var tilnevnd tríggjar virðislønir í kvøld í opna flokkinum, og hon vann tær allar.
Saman við skotska tónaskaldinum John Lunn fekk hon virðislønirnar fyri ársins kompositión og ársins útgávu fyri verkætlanina “The Last Kingdom”. Eivør og John Lunn hava nevniliga gjørt tónleik til bretsku sendirøðina, The Last Kingdom, sum er gjørd í samstarvi við bretska BBC og er at síggja á Netflix.
Eivør fekk eisini virðislønina sum Ársins sangari ella einleikari í opna flokkinum. Somu virðisløn fekk hon í 2017, og í 2016 bleiv hon ársins sangari í popp/rokk bólkinum.
Sendi takkarheilsan úr Stokkhólmi
Eivør var ikki til staðar í kvøld, tí hon er í Stokkhólmi, har hon skal spæla konsert í kvøld. Men hon hevði sent eina videoheilsan, har hon nýtti høvi at takka fyri virðislønina.
- Túsund takk fyri hendan stóra heiðurin. Eg virðismeti hetta ótrúliga høgt, segði hon millum annað.
Sigvør Laksá, umboðskvinna Eivør, tók ímóti virðislønunum fyri Eivør. Sigvør vísti á týdningin av Prix Føroyum, tí í 1999 stóð Eivør fyrstu ferð á palli her í Norðurlandahúsinum. Hon segði, at Prix Føroyar var byrjanin uppá hetta ævintýrið.