Eivør fær gull í Íslandi

Íslendska plátufelagið kunngjørdi í gjár, at songkvinna okkara Eivør fær eina gullfløgu fyri søluni av síni egnu fløgu við heitinum Mannabarn. Fyri at røkka hesum heiðuri skal ein hava selt minst 5000 fløgur. Tað markið er Eivør langt síðani farin um, tí Mannabarn hevur higartil selt umleið 7300 eintøk.

Sambært heimasíðuni hjá Eivør ? www.eivor.com - eru eisini aðrir íslendskir tónleikarar, ið hava vunnið sær sama heiður í ár. Millum hesar teljast Mugison, Hjálmar, Spreingjuhøllin, Guðrún og Friðrik.

Eivør fær Gullfløguna handaða eftir jól.