Eivør goes opera

Soleiðis siga yvirskriftirnar í Íslandi í hesum døgum og rætt er, at Eivør Pálsdóttir nú roynir seg innan operasang. Fram er eisini komið, at íslendarar meta Eivør vera tekkiligt sprund

30 ár eru síðani Sangskúlin í Reykjavík byrjaði og hetta verður hátíðarhildið við tveimum konsertum um vikuskiftið. Eivør hevur havt tilknýti til skúlan síðani 2002.
Fimm av størstu nøvnunum innan opera og Eivør fara á pall. Og eitt kór, ið telur 200 sangarar. Talan er um operuna ?Carmina Burana? eftir Carl Orff.
                      At Eivør luttekur eru høvuðstíðindi frá konsertunum og DV skrivaði at Eivør goes opera.
                      Konsertirnar eru fríggjakvøld kl 19:30 og leygardag seinnapart klokkan 15;30.                      Fyri fáum døgum síðani skipaði íslendska Rás 2 fyri lurtarakanning fyri at finna útav, hvcør tekkiligasta sprund Íslands. Fleiri túsund atkvøddu og Eivør bleiv nummar 10 á listanum, tó fleiri gjørdu vart við, at Eivør er úr Føroyum og tí ikki íslendsk kvinna.