2006 hevur verið eitt heilt serligt ár fyri songkvinnuna Eivør Pálsdóttir, sum varð kostin til bestu songkvinnu í Føroyum á Planet Awards í januar. Hon hevur flogið kring Europa og aðrastaðni við, spælt á konsertum og festivalum, skrivað og innspælt nýggjan tónleik, hon hevur fingið megnar herðaklapp í Danmark, har Statens Kunstfond eisini hevur játtað henni stuðul.
- Eg haldi ikki, at eg nakrantíð áður havi verið so virkin í tónleiki, sum eg havi verið í ár. Eg havi havt sera nógv at gjørt, havt eitt ótal av konsertum og havi ferðast til nógv lond. Tað verður verið eitt gott og spennandi ár, sigur Eivør Pálsdóttir.
Eivør hevur havt konsert saman við Bill Bourne í eitt nú Wien og Kanada, hon hevur spælt í Onglandi fyri fyrstu ferð, og hon hevur eisini spælt kring norðurlond. Seinasta mánaðin hevur hon havt 10 konsertir í Íslandi.
Heiðrað uttanlands
Eivør hevur eisini fingið eitt gjøgnumbrot innan danska fólkatónleikin, og tað var so dyggiliga staðfest, tá ið hon var í uppskoti til heilar seks virðilsønir í Danish Music Awards fyri fólkatónleik – DMA Folk.
Eivør vann tvær av hesum virðislønir – fyri at verða besta songkvinna og fyri bestu útgávuna við fólkatónleiki.
- Tað hevur verið nógv spennandi á skránni í 2006, men tær báðar virðislønirnar, sum eg vann í Danmark, vóru ein heilt serlig løta fyri meg. Tað er sera hugaligt at fáa slíkt herðaklapp, og eg havi eisini kunnað brúkt virðislønirnar til nakað aftaná, sigur Eivør Pálsdóttir.
Spælt nógv í Danmark
Eivør hevur spælt nógv í Danmark seinasta árið, og tað komst av einum serligum projekti.
- Tá eg spældi saman við Danmarks Radio Big Band fekk eg samband við nógv góð fólk í Danmark, og tað gjørdist líkasum mín møguleiki at vinna meira fram í Danmark. Síðani havi eg havt fleiri útseldar konsertir í Danmark, og eg havi eisini spælt saman við Steffen Brandt og Sebastian, sigur hon.
Eisini hevur Eivør sungið á konsert saman við fyrimynd sínari frá teimum yngru árunum, Sissel Kirkjebø úr Noregi.
- Tað er sera spennandi og læruríkt at arbeiða við slíkum dugnaligum tónleikarum. Eg havi fingið góðan íblástur frá teimum, sigur Eivør.
Nýggja fløga á veg
Tíðin ímillum tær mongu uppgávur heima og burturi hevur fyri ein stóran part verið brúkt til at skriva og innspæla nýggjan tónleik. Eivør hevur skrivað sangir sjálv, og í farna mánaði var hon í Írlandi og spældi helvtina av nýggju fløguni inn saman við einum írskum framleiðara.
- Eg vóni, at fløgan kann verða givin út í mars ella apríl mánaði næsta ár, sigur Eivør.
Songkvinna úr Gøtu hevur nógv spennandi á skránni í 2007, og tað verða sjálvsagt nógvar konsertir uttanlands, umframt at hon fer at geva nýggja fløgu út.
- 2006 hevur verið eitt gott ár fyri meg, og tað er trupult at siga, at tú kemur víðari, meðan tú ert mitt í tí. Men nú árið er farið at halla, og eg havi fingið tað eitt sindur upp á avstand, føli eg veruliga, at eg eri komin eitt stig víðari í ár, sigur Eivør Pálsdóttir.
Eftir nógvar konsertir í Íslandi seinastu tíðina, er Eivør nú komin heim at halda jól.